Elin hevur vitað av vónleysu støðuni í vesturbýnum

- Tørvurin á ansingarplássum hevur alla tíðina verið størstur á Argjum og í vesturbýnum. Tí undrar tað meg, at Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, nú eftir at hon er farin frá sum formaður í sosialu nevnd kemur fram við uppskoti at gera dagstovn í vesturbýnum. Hon kann ikki lasta nøkrum øðrum enn sær sjálvari fyri at støðan er sum hon er, sigur Birna Mørkøre.

Í blaðnum týsdagin segði Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn, at næsti dagstovnurin í Havn má gerast í vesturbýnum, tí har er tørvurin á ansingarplássum í løtuni størstur. At býráðslimurin kemur við hesum nú undrar Birnu Mørkøre, ið fyri hálvum øðrum ári síðani skrivaði Elini Lindenskov og øðrum býráðslimum bræv, har hon lýsti vónleysu støðuna hon sum foreldur at barni við ongum ansingarplássi í Havn var í. Tá búði hon í vesturbýnum, nú býr familjan á Argjum, har støðan er eins ring.

- Tað sum eg stúrsaði við var, at Elin Lindenskov kemur við hesum nú, hon ikki longur er formaður í sosialu nevnd. Hon hevur vitað av vónleysu støðuni í vesturbýnum, ið mær er fortalt alla tíðina hevur verið verri enn aðra staðni í býnum. Hon kundi verið komin við hesum hugskotinum, tá ið hon var formaður og skipað so fyri, at dagstovnur varð bygdur í vesturbýnum. Nú eru pengarnir uppi og eingin ítøkilig ætlan liggur á borðinum at gera nakað í vesturbýnum ella á Argjum í næstum. Elin Lindenskov kann ikki lasta nøkrum øðrum enn sær sjálvari fyri at støðan er sum hon er á Argjum og í vesturbýnum, sigur Birna Mørkøre.


Ikki ein króna

- Nakað áðrenn summarfrítíðina í ár stóð ein grein í

Sosialinum um ætlanirnar hjá býráðnum um, hvat tey skuldu brúka teir pengarnar, sum vóru settir av til barnaansing, til - har stóð ikki ein króna, hvørki til vesturbý ella Argir. Av tí at eg visti, at dagstovnurin á Argjum hevði eina umsókn inni um útbygging, spurdi eg Elina um ongin ætlan var fyri Argir. Fekk tá at vita at tað var tað ikki - tó varð umsóknin hjá stovninum á Argjum játtað seinni, sigur Birna.

- Eg haldi fast við, at eg frá býráðnum fekk at vita, at Argir var tað økið, sum var ringast fyri, harnæst kom vesturbýurin. Hetta var um ein tók stovnspláss í mun til børn á bíðilista. Gott nokk vóru øki, sum ongan sjálvstøðugan stovn høvdu, men tey børnini sluppu hóast alt inn á aðrar stovnar í Havnini.

- Eftirsum at býráðið altíð hevur havt eitt treytaleyst mark millum Argir og vesturbýin, so loysir ein barnagarður í vesturbýnum ongar trupulleikar á Argjum - í hvussu so er ikki so leingi býráðið ikki hevur viðgjørt býarmarkini. Greinin í

blaðnum gjár definerar vesturbýin og Argir fyri seg, sigur Birna Mørkøre.


Einki svar

Elin svaraði ongantíð uppá brævið Birna sendi. Tá ið Birna vendi sær til býráðið fekk hon at vita, at støðan hjá henni var sera torfør, tí hon búði í vesturbýnum. Um hon eitt nú hevði búð í eysturbýnum, hevði støðan verið betri.

- Eg haldi ikki, at tað er rætt, at møguleikarnir fyri at fáa børnini ansað skulu vera so út av lagi vánalig fyri ávísar partar av Havnini. Vit gjalda hóast alt tað sama í skatti uttan mun til, hvar vit búgva í býnum. Hvussu hevði verið at latið tað verið upp til foreldrini at gera av, hvar børnini skulu ansast. Tað verður gjørt við skúlabørn, so hví ikki lata tað galda fyri vøggustovur og barnagarðar eisini, sigur Birna Mørkøre.

- Um so er at tað kann væntast, at tað framhaldandi skal vera so stórur munur á ansingarmøguleikunum alt eftir hvar í kommununi tú býrt, fer kommunan so at gera vart við hetta, tá ið barnafamiljur skulu byggja ella keypa sær hús, spyr Birna Mørkøre at enda.