við kemiskum evnum yvirhøvur. Og Karin Brattaberg á Ullavirkinum sigur at tað nettupp er tað, sum hevur serligan áhugað, at tógvið er 100% náttúrligt. ?Fólk hugsað meiri og meiri um tað reina og náttúrliga [...] tógv er ein rein náttúrvøra, sum vekir ans, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at eisini í Danmark hevur tað vakt áhuga, at tógvið er púra náttúrligt, og tey ivast ikki í, at tað er ein søluvøra, eisini [...] suður í Evropa. Tað er nú nakað síðani, at tað føroyska tógvið kom í handlarnar í Føroyum. Men tað hevur verið væl móttikið, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at tað eru yvirhøvur fólk sum binda við maskinu
skrivstovur, fundarhøli og nógv onnur høli. Almanna- og heilsumálastýrið hevur staðið fyri endurbyggingini, forkvinna í bygginevndina hevur verið Gunnleyg Durhuus, og Fuglø Arkitektar hava staðið fyri arkitekta- [...] Hansen, lykilin til bygningin. Landsstýriskonan umrøddi í stuttari røðu týdningin sum stovnurin hevur fyri fólkini, ið hava tilknýti til hann. Hon nam við stóru og fjølbroyttu framleiðsluna, ið kemur [...] síðani Verkstaðið Vón varð bygt. Verkstaðið Vón brendi í grund sjálvan flaggdagin í 1996. Síðani hevur alt virksemið hjá stovninum verið í leigaðum hølum í Mykinesgøtu í Havn. Bygningurin er bygdur upp
eitt langt lop. HERFYRI bórust tíðindini, at Árni Olafson hevur lagt frá sær í oljuráðleggingarnevndini. Men hevur hann lagt frá sær, ella hevur løgmaður skift hann út, tí løgmaður er ikki nøgdur við avrik [...] í nevndini, sum samráðist við bretar um undirgrundarmarkið? HETTA hendir beint eftir at løgmaður hevur koyrt ein landsstýrismann frá. Eitt stuttorðað tíðindaskriv kom, men eingin grundgeving. Fjølmiðlarnir
á tjóðskapartankar javnaðarfloksins ? so góð, at hon má ikki endurskoðast. Ja, sambandsflokkurin hevur valt tann bíliga og lítið konstruktiva leiklutin at boða frá, at hann er einasti flokkur, sum verjir [...] stórari andsøgn til eina frásøgn frá nøkrum, sum formaðurin í Unga Sambandinum, Gunnar Nattestad, hevur borið fram. Hann skal hava sagt, at sambandsflokkurin má eisini fram við nøkrum útspælum á politiska [...] broytingar til frama fyri føroysku tjóðina ? bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga. VERANDI leiðsla hevur valt at halda fram hesa kós ? at vera ímóti og vinna atkvøður fyri tað. Sjálvandi var flokkurin ímóti
Marel skiljilinja er sett upp í turkihúsinum hjá Hugo Fjørðoy, sum Landingarmiðstøðin hevur leigað. Sørvágs havn hevur sett ein lítlan krana á bryggjuna, sum skal fáa útróðrarfiskin í land. Á 1. hædd í [...] verður av kassum, og verður goymslan nóg stór til allan tørv í Vágum. 3000 tons Vinjard Joensen, sum hevur átt skip í 22 ár og ført tað sjálvur, hann átti »Barðið«, til hann fyri nøkrum árum síðani gavst, [...] og allir eru hjartaliga vælkomnir, leggur Vinjard Joensen aftrat. 6-8 fólk í arbeiði ? Sørvágur hevur allar facilitetir, her eru handlar við øllum vørum, olja fæst her eisini og ísur, og so mugu vit ikki
útnorður, Føroyar, Ísland og Grønland, hava verið um at detta burtur ímillum. Tað hevur nú borið ávøkst at gjørt hevur verið vart við hesa gongd, og í fjør varð so avgjørt at hava summarfundin í Føroyum [...] árini, Jørgin Niclasen og Marita Petersen, hava víst á gongdina í Norðurlandaráðnum, har alt meiri hevur snúð seg um norðurlond mótvegis ES og einum ovurstórum áhuga móti Baltikum, síðan kommunismunar fall [...] báðir partar eru sinnaðir at styrkja. Jørgen Niclasen, sum var næstformaður í Norðurlandaráðnum, hevur tikið seg úr Ráðnum og í hansara stað er komin norðmaðurin Svein Ludvigsen. Nú Jørgen Niclasen er
Sambandsflokkurin hevur altíð verið fíggjarligur ábyrgdarflokkur, og tað er hann so sanniliga eisini enn. Leggið bert til merkis, hvussu mong skilagóð uppskot, Sambandsflokkurin hevur lagt fyri tingið í [...] 80-unum og fyrst í 90-unum, at føroyskur politikkur fekk hesa skuld at dragast við, men síðani hon kom, hevur hon bert vaksið um seg sjálva, so hon í dag oyðileggur allar fyritreytir fyri sunnum og góðum politiskum [...] heldur at liva, sum um vit framvegis vóru í gyltu 80-unum. Júst tí, at Sambandsflokkurin á tingi hevur tosað fyri so mongum deyvum oyrum, er tað alneyðugt, at flokkurin kemur sterkur á ting eftir valið
og aftur hevur víst á, at ríkisrættarliga støða føroyinga hevur gjørt okkum til ólukkudýr í egnum landi. Heimastýrislógin ? »Det smukkeste blad i Danmarks historie« hjá Javnaðarflokkinum hevur sjálvandi [...] landsins ella ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur? Tíverri hevur ikki eydnast at vinna á mál í tjóðskaparstríðnum, og mangir av okkara tjóðskaparmonnum, sum nú liggja
sum skipað hevur fyri ferðini hendavegin, og sum skilst, hava umboðini fyri skotsku pressuna og ferðavinnuna fingið rættiliga fitt burturúr. Tey hava vitjað runt um í landinum og um kvøldið hevur so eisini [...] eisini føroyska ferðavinnan verið umboð, tá ið skipað hevur verið fyri ymsikum tiltøkum. Hitta føroyngar - Eitt av endamálinum við hesi ferðini var jú, at hesi fólk úr Skotlandi skuldu fáa høvi at hitta fólk [...] gjárkvøldið, har høvi var hjá skotum at royna grindabúff og annað gott føroyskt til matna. - Men eisini hevur Fiona Murray, umboð fyri stóru fyritøkuna McKenzie River í Skotlandi, greitt frá teim mongu møguleikunum
aftan fyri Landsstýrið í bankamálinum sigur Bjørn á Heygum, sum hevur verið talsmaður fyri tingmannabólkin í bankamálinum. Hóast tað hevur verið tosað um at bólkurin ikki hevði álit á løgmanni sum samr [...] henda í málinum. Tosa við tveimum tungum Tað eru tey, sum halda, at tú hevur tosað við tveimum tungum í hesum máli, og at tú hevur sagt eitt við tingmannabókin og annað við Edmund Joensen? Tað er ikki