Happing í fólkaskúlanum er ein trupulleiki, ið javnan verður viðgjørdur í almenna rúminum, men hóast nógva umrøðu er torførur at basa. So seint sum í 2015 staðfesti ein kanning hjá Mentamálaráðnum, at 13 prosent av næmingum í fólkaskúlanum verða happað í skúlanum.
Ein av felagsskapunum, ið arbeiðir við trupulleikanum er Barnabati, og í dag boðar felagsskapurin frá, at tey fara undir higartil størstu føroysku verkætlanini nakrantíð at basa happing. Verkætlanin hevur fingið heitið Betri Vinir, og er talan um eina fyribyrgjandi verkætlan móti happing.
Verkætlanin er ætlað 3-6 ára gomlum børnum, fakfólki og foreldrum, ið fáa ymiskt tilfar frá felagsskapinum, ið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
Tað boðar felagsskapurin frá í dag, eftir at tað hevur eydnast at fingið eina avtalu í lag við Betri P/F um fígging til verkætlanina.
- Vit eru sera fegin um stuðulsavtaluna. Hetta merkir, at vit nú kunnu fara í holt við kostnaðarmikla arbeiðið at føroyska og framleiða alt tilfarið í verkætlanini. Barnabati fer tískil í heyst at kunna bjóða øllum føroyskum dagstovnum eitt gott og væl roynt amboð til fyribyrgjandi arbeiðið móti happing, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata.
Eisini forstjórin í Betri P/F fegnast um avtaluna.
- Fyri Betri er tað ein heiður, at sleppa at viðvirka til at tryggja føroyskum børnum betri barnaár, saman við Barnabata. Vit meta, at júst hendan verkætlanin er ein týðandi liður í hesum arbeiði, og hetta samsvarar eisini væl við okkara ynski um at stuðla samfelagsgagnligum átøkum í Føroyum.
Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet. Krúnprinsessan Mary hevur tikið stig til at fáa ’Better Buddies’ átakið til Danmarkar úr heimlandi sínum. Hesa verkætlan kenna flest fólk sum ’Fri for Mobberi’. Í ár hevur tað eydnast Barnabata at fáa neyðugu fíggingina til at føroyska hesa verkætlan undir heitinum Betri vinir, skrivar felagsskapurin.
Til ber at lesa meira um Betri vinir á heimasíðuni www.barnabati.fo/betrivinir