– Endamálið við hesum er at bumba kvinnurnar aftur til kjøtgrýturnar!
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, høggur eitt uppskot, Fólkaflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið, niður.
Fólkaflokkurin hevur skotið upp, at geva kommununum heimild til at rinda foreldrum teir pengarnar, eitt pláss á dagstovninum, annars hevði kostað kommununi.
Afturfyri kunnu foreldrini so sjálvi taka støðu til, hvussu tey vilja hava børnini passað, ella um annað av foreldrunum kanska verður verandi heima at passa børnunum.
Les eisini: Skulu sleppa at passa síni egnu børn
Uppskotið fær ógvuliga misjavna undirtøku, men hvassast av øllum var sjálv landsstýriskvinnan í mentamálum.
Hon sigur, at í roynd og veru er endamálið við einum uppskoti sum hesum, at kvinnurnar skulu bumbast aftur til kjøtgrýturnar, sum hon málbar seg.
– Tað hevur nevniliga verið endamálið hjá nógvum borgarligum politikarum í nógv ár, helst mannligum politikarum, at kvinnurnar skulu heim at passa børn, segði Rigmor Dam.
Hinvegin vísti á hon á týdningin av, at bæði kvinnur og menn eru á arbeiðsmarknaðin, og at kvinnur ikki eru bundnar av inntøkuni manninum.
– Men fortreytin fyri at vit kunnu varðveita vælferðina, er, at vit hava skattainntøkur og fara kvinnurnar av arbeiðsmarknaðinum, fer vælferðarsamfelagið at ridla, tí skattainntøkurnar fara at minka.
Og fara kvinnurnar heim, missa vit samstundis helvtina av arbeiðsmegini og somuleiðis ein stóran part av skattainntøkunum.
Og so fáa vit heldur ikki ráð til eldrarøkt, eitt gott útbúgvingarverk og heilsuverk, og aðrar vælferðartænastur, sigur Rigmor Dam.
Hon heldur eisini, at eitt uppskot um hetta, er meiri til tey vælbjargaðu, har maðurin hevur so mikið góða inntøku, at konan kann loyva sær at ganga heima fyri einar 70.000 krónur um árið. Men tað hava foreldur við vanligum inntøkum ikki ráð til, sigur landsstýriskvinnan.
– Er endamálið at gera familjunum væl, er hetta ikki ein virðilig loysn, legði hon afturat.
Hinvegin duga løgtingsmenn fyri Fólkflokkin, og Sambandsflokkin inn at síggja nakað forgjørt í, at foreldur fáa hetta frælsið til at velja tað, tey halda vera best fyri barnið.










