Tað er nú greitt, at hesin eyðkendi bygningurin dygst framvið vegnum í J.C Svabosgøtu, skal slættast við jørðina.
Sostatt hvørvur ein eyðkend, og illa umstrídd, býarmynd í Havn.
Bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, sum vanliga verður nevnt barakkin, varð tikin í nýtslu fyri eini hálvari øld síðani.
Tá skuldi tað vera ein fyribilsloysn hjá Landssjúkrahúsinum – men við hvørt hava fyribilsloysnir tað við at verða varandi. Soleiðis varð eisini við hesari og tað er ikki yvir at dylja, at nógv fólk hava havt ilt av hesari illa hildnu barakkini, sum hevur staðið dygst framvið vegnum, tí nakað prýði hevur hon ikki verið við sínum skitna, og mangan mosagrógvnað og slitnað klædningi.
Men nú verður hann skjótt søga, tí um nøkur heilt fá ár verður hann tikin niður.
Landssjúkrahúsið verður nú bygt um, og tað verður eisini bygt út, og í tí sambandi skal alt virksemið, sum er í barakkini flytast í nýggja bygningin eygnadeildin, og annað virksemi, sum annars er í barakkini, nevniliga flytast oman í nýggja bygningin.
Og tað skal barakkin har eygnalæknin, ílegusavnið, skrivstovur, og annað halda til, slættast við jørðina, og ístaðin skal stykkið gerast til parkeringspláss.
Tá ið løgtingið viðgjørdi ætlanina at byggja Landssjúkrahúsið um, og at byggja tað út, varð nevnt, at trotið á parkeringsplássum við Landssjúkrahúsið, er ein ovurstórur trupulleiki.
Tí halda tingfólk, at tað er kærkomið, at Landssjúkrahúsið fær eitt nýtt parkeringspláss.
Tað verður kortini ikki alt fyri eitt, at barakkin verður tikin niður, tí arbeiðið at byggja Landssjúkrahúsið út í hesum umfarið, skal vera liðugt í 2021.
Men samstundis fýltist løgtingsfólk á, at nú nýggjur bygningur verður bygdur, verður kjallarin fyltur upp, heldur enn at gera hann til ein parkeringskjallara.
Sirið Stenberg sigur, at tað hevur ongantíð verið ætlanin at gera kjallaran til parkering. Sum skilst hevur ikki verið upp á tal at fylla hann upp, men upprunaliga skuldi tað bara vera hálvur kjallari undir.
Men landsstýriskvinnan sigur, at bygginevndin er nú farin at kanna um tað ber til at broyta ætlanina, og hvat tað kostar, at gera kjallaran til parkeringspláss.










