- Ferðavinnan verður ikki betri skipað við at taka gjald. Tað verður heldur øvut.
Tað sigur Eyðun Berg í fyritøkuni NAX. Í átta ár hevur felagið arbeitt innan ferðavinnu, har tey serliga hava bjóðað náttúruupplivingar. Hann vísir á, at fyritøkan heilt frá byrjan hevur lagt stóran dent á hægstu trygd, vernd av náttúru og at virka burðardygt.
- Ein náttúrligur partur av virkseminum hjá okkum hevur verið at brúka lokalar veitingar og at ansa væl eftir, at náttúran ikki líðir last. Tiltøkini eru soleiðis væl fyriskipað við atliti til náttúru, eins og árinskanningar vera gjørdar, har fulgakøn og lendiskøn hava verið partur av hesum.
Eyðun Berg heldur fyri, at nógv kann sigast um, hvat vit eiga at gera og vilja gera, men tað eru handlingarnar, sum hava týdning. Tey, sum hava verið kundar hjá Nax, hava upplivað, at náttúruvernd er ein livandi partur av skránni. Hvørja ferð verður viðskiftafólkunum álagt at ansa eftir náttúruni.
- Hetta verður gjørt við at brúka orðini hjá National Geographic, sum hevur sagt, at Føroyar eru heimsins mest óspilta oyggjaland. Henda heiður vilja vit varðveita. Tí skal einki eftirlatast í náttúruni, og einki skal takast heim við, sum hoyrir náttúruni til, eins og djóralívið skal verjast og haldast eyga við.
Tað áliggur bara Taks at uppkrevja skatt. Tískil heldur Eyðun Berg tað vera óheppið, at privat eisini fara at uppkrevja “skatt”. Hann heldur, at tað, sum lendiseigarar heldur skulu gera, er at koma við veitingum og á henda hátt hava veitarar møguleika at stuðla lokaløkinum.
- Um “skattur” verður kravdur, verður freistandi hjá veitarum ikki at brúka lokalar veitingar, tí nú gjalda teir fyri lendið og hava frítt at keypa stórt inn frá fáum veitarum, sum gevur betri prísir. Slíkt hevði eftir mínum tykki verið óheppið, tí eg haldi, at lendiseigarar fáa meira burtur úr við at koma við veitingum.
Eyðun Berg heldur, at veitingar í hesum føri kunnu vera lokalir ferðaleiðarar, matur og lokalar upplivingar innan mentan, eins og bóndur tá kunnu gera alt innan mat og upplivingar tengdar at garðinum.