Eitt av málunum, sum vit í undanfarnu býráðssamgongu í Tórshavnar Kommunu arbeiddu fyri, var at bøta um hallarviðurskiftini. Tað hevur í nógv ár verið ein av størstu trupulleikum hjá øllum ítróttarfeløgum í Havn, at venjingarumstøðurnar hava verið so avmarkaðar. Tað hevur eisini verið ein avbjóðing at hýsa stórum altjóða ítróttartiltøkum og kappingum.
Ítróttarfeløgini í Havn – og í Føroyum yvirhøvur – gera eitt ótrúligt arbeiði hvønn dag, til frama fyri ungdóm, trivnað og fólkaheilsu. Hugsi ikki at vit dag og dagliga geva okkum nóg nógv far um, hvussu stóran samfelagsligan týdning alt hetta í høvuðsheitum sjálvbodna arbeiðið hevur.
Nú fólkatalið veksur í Havn við rúkandi ferð, so er avbjóðingin at hýsa ítróttinum vorðin enn størri.
So tað er ein stórir dagur, at tað nú verður reist á Hálsi, og at vit fyri einum mánaði síðani høvdu reisigildi fyri ítróttarhøll úti á Argjum. Ikki minst at vaksandi ítróttargreinar, sum Borðtennis og Judo nú eisini fáa tíðarhóskandi venjingarumstøður. Og eini hundrað parkeringspláss á Hálsi er eisini ein stórur bati – eisini fyri býin.
Høllin á Argjum verður liðug, til skúlaársbyrjan í 2017 og Høllin á Hálsi verður liðug um ársskiftið.
Føroyar á heimskortið
Vit fegnast dagliga um, at okkara lið og einstaklingar klára seg so væl í altjóða ítróttarkappingum. Og alsamt oftari stendur tað Føroyum í boði at skipa fyri altjóða kappingum. Ein einastandandi menning. Men tað hevur verið trupult at hýsa øllum teimum tiltøkum, sum kundu verið.
Hesar útbyggingar á Hálsi og á Argjum lata upp fyri einum hópi av møguleikum hjá fleiri ymiskum ítróttargreinum. Nú fer tað at bera til at hava stóra fjøld av áskoðarum til serstøk tiltøk og dystir í Havn. Upp móti 1800 áskoðarar fáa verið til stórdystir, tá verkætlanin er liðug.
Ikki minst kunnu vit fegnast um, at verkætlanirnar ganga væl, og tykjast at kunna fremjast innan tann fíggjarkarm, sum vit settu av til endamálini.
Helena Dam á Neystabø,
býráðslimur