Nú vit eru komin inn í mars, er hetta samstundis tíðin, tá menn plagdu at fiska við snellu á Norðhavinum. Tá várútróðurin royndist, plagdu bátar at koma úr ymiskum heraðshornum og til bygdirnar norðanfyri at rógva út.
Seinnu árini hevur lítil várróður verið, og høvuðsorsøkin er, at tíðin norðanfyri ikki hevur roynst nakað serligt hjá snellumonnum. Árið 2003 var eitt gott fiskiár, og tá kundi talið av bátum, sum landaðu á Eiði, tátta í 100.
Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili & Synum á Eiði sigur, at seinastu dagarnar hevur ikki viðrað norðanfyri. Hann hevur verið høgur í ættini, og høgættin roynist vánalig norðanfyri. Tí hava heldur eingir bátar verið úti.
- Í byrjanini av vártíðini fingu menn tveir fylgjandi dagar, sum eisini hava verið teir einastu higartil. Einir 6-7 bátar vóru við snellu hvønn dagin, og í flestu førum var ein maður á hvørjum báti, í onkrum føri tveir.
Jóhan K. Joensen vísir á, at tá bátarnir komu aftur at landi hesi kvøldini, gjørdist hann ikki sørt ovfarin av, at eingin teirra hevði niðan fyri 1000 pund.
- Hesar báðar dagarnar lógu bátarnir millum stívliga 1000 og 2000 pund, sum er hampiligur snellufiskiskapur, og eg gjørdist eitt sindur ovfarin av, at menn høvdu fingið so frægt.
Hann sigur, at hesar báðar dagarnar royndu menn millum 12 og 15 fjórðingar úr landi. Í byrjanini av vártíðini er vanligt, at roynt verður longri úr landi.
- Men, sum vártíðin gongur, og fiskur eisini plagar at vera nærri landi, royna menn vanliga bæði ytri og innari á leiðunum norðanfyri.
Jóhan K. Joensen sigur, at teir yngru, sum plaga at rógva út á Norðhavinum, oftast eru menn, sum eru í aðrari vinnu, men sum hava bát og hava frí frá sínum starvi í vártíðini.
- Teir, sum hinvegin hava útróður sum vinnu burtur av, eru oftast eldri menn, kanska úr 65 árum og uppeftir. Tað er eingin tilgongd til útróðrarvinnuna, leggur hann aftrat.