Heima hjá okkum er ein litt komin, hon er onkunstaðni har suðuri frá, heilt suðuri í gjøgnum, eg minnist ikki hvar, tað kann so gera tað sama, men hon er vøkur, um hon er litt?, segði ein maður á uppiha [...] so, hann peikaði á ein knapp í hvíta kitlinum og spurdi sjúklingin, um hann visti hvat hetta var fyri nakað. ?Hatta er væl ein knappur, ella heldur tú meg vera pill býttan ella hvat,? hevði sjúklingurin [...] eyðmýkingini læknin hevði víst honum, við at flyta ein vanligan kúlupenn frammanfyri eyguni á honum, og spyrja hann, hvat hetta var fyri nakað. ?Hatta er væl ein kúlupennur, soleiðis vísir tað seg í mínum eygum
álit og hevði fleiri týðandi álitisstørv. Hon var ein frálíkur lærari í føroyskum og ein avbera góður lestrar- og verkætlanarvegleiðari. Hon var sum ein mamma fyri næmingarnar. Hon tók ikki bara medábyrgd [...] Hon var dámlig og blíð, eitt sera vakurt menniskja uttaná og innaní, ein ungdómur millum tey ungu, ja "ein hjartans hetja", sum ein fyrrverandi næmingur so vakurt og kensluborið skrivaði um hana. Hjá Ingunn [...] áhugaverd fólk og so mong góð vinfólk, ið høvdu ríkað hana so nógv. Ingunn var ongantíð áskoðari til lívið, men luttók í lívinum við fullum huga, áhuga og áræði. Ingunn var ein fullkomiliga integreraður
Djurhuus. ##med4## Bamsesovs er ein partur av persónligheitini Er nakar munur millum Bjørn Djurhuus og Bamsesovs? – Bamsesovs er ein partur av mínari persónligheit, men tað er ikki øll persónligheitin. Onkur [...] tora ikki at vlogga, og orsøkin til tað er ivaleyst tí, at landið er so lítið, og at fólk í Føroyum hugsa so yvirdrivið nógv um, hvat onnur fólk halda um seg. Mann er bangin fyri at blíva sæddur sum løgin [...] Millum tey ungu verður hann sæddur sum ein guru, sum bæði hevur humor og vísdóm. Navnið er "Bamsesovs", og hann er helst Føroya einasti vloggari. Á sosialu myndamiðlunum Snapchat og Instagram hevur hann
árið, sum knappliga er fyri bátaplássið, sigur hann skemtandi. Jákup Sólstein ásannar, at báturin er góð sálarbót og ein fínur avvekslingur í gerandisdegnum. - Eg havi í hvussu er syrgt fyri, at vit hava [...] Jákup Sólstein sigur, at ein slík skipan longu er fingin í lag við Føroya Skipara-og Navigatørfelag. - Førir ein træta í onkrum skipabólki við sær, at partarnir ikki kunnu semjast, er lítil meining í, at eitt [...] sáttmálanum millum feløgini. - Ein broyting er, at ymsu skipabólkarnir nú formelt peika á – ella innstilla - síni uppskot til nevndina í Føroya Reiðarafelag, men hetta er sum so ikki tann stóra broytingin
ikki hugsað serliga nógv um, hvat hon skal takast við tá tíðin sum sendiharri í Danmark er av. - Væntandi verði eg verandi í Danmark til fyrra setan hjá Obama er av. Vanliga er tað soleiðis, at sendiharrar [...] framtíðina fyri amerikanarar, eins og Kennedy gjørdi fyrst í 60-unum, sigur Laurie Fulton. Ætlar aftur Kalda Kríggið er av, og tað, sum í stóran mun ávirkar amerikanskan politikk, er kríggið móti terror. - [...] eini Public Utilities Commission í USA, so hon var sanniliga ein slóðbrótari innan kvinnur í politikki. Og fyri meg hevur hon altíð verið ein íblástur, ikki bert í politikki, men eisini í samfelagslívi
hetta er eitt vala skip sum teir eru mynstraðir við. - Sum ísfiskatrolari undir Føroyum er hann heilt sikkurt millum tríggjar teir bestu, sigur ein av manningini. Ein orsøk til hesa útsøgnina er uttan [...] mistu tí rættiliga nógvar dagar, bara í sigling, vísir Thorman á. Talan er um nærri 40 dagar í ár. Men hvat sakar tað, tá fiskiskapurin er góður og prísurin eisini. Tá kann manningin ikki annað, enn eisini [...] Sjómannadegnum í Klaksvík. Og sum vituligt er, hongur henda í messuni umborð á Bresti - til áminning, heiður og víðari ídni til dagliga strevið umborð. Tað serstaka er eisini, at fleiri av teirri 10 mans stóru
verður frá eysturætt og landsynningi ein stóran part av degnum, men at hann seinni um dagin skal hækka upp í norðan. Eystan er góð ætt norðuri í Urðini, men tað er høgættin hinvegin ikki. Út á fyrrapartin [...] Wensil Nattestad er til flotaður og tá klokkan er farin beint av 11 leggja hesir 17 menninir frá landi. Bæði veðrið, ættin og sjóvarfallið eru við teimum henda dagin. Tað er bert ein lítil løta at sigla [...] fyrrenn nú. Tað er nú ella aldrin við báti. Um tað ikki eydnast í dag, er helst ikki annað at gera enn at fáa hjálp frá tyrluni. Men nú er so ferðin byrjað, og her sæst urðin fyri framman. Ein bátur liggur
seinastu viku landaði Skútunes 100.000 pund av hávi á Tvøroyri, og hetta er eisini ein nýggj veiða, ið er farin at geva pening. Tað sama er við veiðini eftir gulllaksi, har leirvíkstrolararnir og vestmannat [...] oyggjunum í Kanada, sum liggja innifrystar í hesum døgum, eru setepli ein av høvuðsútflutningsvørunum, og ferðamannavinnan har er ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum um summarið. Nógv liggur á láni [...] hvussu vit skulu reka føroyska samfelagið eftir stovnseting tjóðveldisins. Hetta er tó ikki ein roynd at siga okkara umboðum, hvat tey skulu siga, tá ið ivandi fólk spyrja, hvørji alternativini til danska n
eitt nú í sambandi við kanning áðrenn spiral, undirlívskanning og barnsburð. Hvat er klamydia? Klamydia í kynsgøgnunum er elvd av eini bakteriu, clamydia trachomatis. Í Føroyum vera kanningar fyri klamydia [...] undirlívið av sjúkuni, og av hesum hevur ein stórur partur bruna uttan sjúkueyðkennir, tað er uttan at tær kenna sær nakað av meini. Vandin fyri hjáárinum sum barnloysi er stórur. Tá ið kvinnur fáa lagda spiral [...] klamydia í 2004 er eini 300, samanbera vit við støðuna í grannalondunum, somuleiðis at størri parturin av teimum funnu smittaðu eru kvinnur, og at størsti parturin av teimum smittaðu er at finna hjá fólki
so er onki sum eitur at leypa har garðurin er lægstur. Tað prógvaði tann 2 tímar langa konsertin, sum var eitt ljóð- og ljósbrak, sum flytir framtíðarmørkini í føroyskari festivalsøgu. Tað var ein dýrdarløta [...] rocklegendurnar á pall. Fyrstu løgini vóru góð, men eggjaðu ikki, tí fjøldin kendist ikki heilt við hesi nýggju løgini. Og tað var eisini fyrstu løtuna, sum var hetta ein leitandi dansur hjá tónleikarum, og [...] . Garvaðu og tryggu rockararnir á pallinum royndu at merkja, hvat hetta var fyri fjøld, ið stóð á vøllinum, meðan ljóðmenninir bardust ein harðan dyst millum fleiri hundrað knøttar í miksaratjaldinum.