Høgni Debes Joensen
landslækni
????????
Talið á klamydiatilburðum í Føroyum er støðugt vaksandi. Í 2004 vóru 988 vertir (prøvar) kannaðir á Landssjúkrahúsinum fyri klamydia, og av hesum vóru 146 positivir. Tvs., at 14,8 % av vertunum vóru positivir. Talið hevur verið støðugt vaksandi síðan 1997, har ið 20 vóru positivir. Víst verður annars til talvu 1, ið vísir gongdina í Føroyum viðv. klamydia síðani 1989.
Viðmerkjast skal, at 1. juli 2001 var kanningarhátturin á starvsstovu Landssjúkrahúsins broyttur, og eigur hetta sín stóra lut í, at fleiri positivir vertir vóru funnir.
Í Danmark hevur talið á klamydia eisini verið vaksandi seinastu árini. Tølini fyri 2004 eru ikki endaliga tøk enn, men sambært Heilsustýrinum fer tað at vera hægri enn 20.000. Tað veruliga talið á fólki, ið smittað er við klamydia í 2004, verður mett at vera eini 50.000. Viðvíkjandi gongdini í Danmark seinastu árini verður víst til talvu 2.
Eisini í øðrum Norðurlondum sæst eitt vaksandi tal á fólki, ið smittað er við klamydia, eitt nú í Íslandi, har talið fyri hvørjar 100.000 menn vaks úr 368 í 1995 upp í 541 í 2001 og fyri kvinnur ávikavíst 428 og 896. Í Noregi var samlaða talið á smittaðum í 1999 297 og í 2001 330 fyri hvørji 100.000. Í Grønlandi var talið á smittaðum monnum fyri hvørjar 100.000 3.330 í 2001. Samsvarandi talið á kvinnum var 6.173.
Vit hava sum er ikki kyns- og aldursbýtið fyri smittað fólk í Føroyum, men væntandi verða hesi tøl tøk fyri 2005. Kanningarnar í hinum Norðurlondunum vísa, at tað eru heldur fleiri kvinnur, ið eru funnar smittaðar. Flestu tilburðirnir eru at finna hjá fólki millum 15 og 29 ár. Víst verður til talvu 3, ið vísir tølini á smittaðum dønum í 2003 býtt eftir aldri og kyni.
Ætlast kann, at veruliga talið á føroyingum smittaðir við klamydia í 2004 er eini 300, samanbera vit við støðuna í grannalondunum, somuleiðis at størri parturin av teimum funnu smittaðu eru kvinnur, og at størsti parturin av teimum smittaðu er at finna hjá fólki millum 15 og 29 ár.
Orsøkin til, at fleiri kvinnur eru funnar smittaðar, kann væl hugsast at vera hon, at fleiri kvinnur verða kannaðar enn menn, eitt nú í sambandi við kanning áðrenn spiral, undirlívskanning og barnsburð.
Hvat er klamydia?
Klamydia í kynsgøgnunum er elvd av eini bakteriu, clamydia trachomatis. Í Føroyum vera kanningar fyri klamydia gjørdar á tann hátt, at fólk venda sær til kommunulæknan, ið tekur ein vert (prøva). Kanningartilfarið verður síðani sent til starvsstovuna á Landssjúkrahúsinum, ið ger kanningina og sendir kommunulæknanum úrslitið.
Í Danmark hava kanningar av ávísum bólkum av ungum monnum sýnt, at 6-9 % høvdu klamydia, og bendir hetta á, at ungir menn, ið ikki kenna sær nakað av meini, kunnu vera ein týðandi partur av smittuorsøkini.
Tá ið kvinnur nýta spiral ella p-bollar, mugu tær vera tilvitandi um, at slík fyribyrging ikki minkar um smittuna við sjúkum, ið smitta við kynsligum sambandi. Fleiri kvinnur fáa bruna í undirlívið av sjúkuni, og av hesum hevur ein stórur partur bruna uttan sjúkueyðkennir, tað er uttan at tær kenna sær nakað av meini. Vandin fyri hjáárinum sum barnloysi er stórur. Tá ið kvinnur fáa lagda spiral ella fáa gjørt ávísar undirlívskanningar verður mælt til, at kvinnan verður kannað fyri klamydia og møguliga viðgjørd áðrenn.
Ígerðartíð, sjúkutekin og viðgerð
Dentur skal verða lagdur á, at fólk smittað við klamydia ofta onki kenna sær at meini, hava eingi sjúkueyðkenni. Kortini kann sjúkan vera drúgv og geva somu hjáárin sum hjá fólki, ið hava sjúkueyðkenni. Mett verður, at meira enn helvtin av teimum smittaðu hava eingi sjúkueyðkenni yvirhøvur.
Sjúkan smittar við óvardum kynsligum sambandi. Eru sjúkueyðkenni, so koma tey vanliga eftir 7-21 døgum. Sjúkueyðkennini eru vanliga útflot frá vatnræsii (urinrøri) og svíðandi pína, tá ið ein kastar sær av vatninum (pissar). Hjá kvinnum kann harumframt vera flot frá móðurskeiðini, um so er at sjúkan hevur sett seg í lívmóðurhálsin. Kvinnur kunnu fáa bruna í undirlívið og menn í hjáeisti, og kann hann elva til barnloysi hjá teimum.
Børn kunnu smittast, tá ið tey verða fødd, og kunnu fáa eygnabruna ella lungnabruna.
Viðgerð verður givin av lækna við serligum bakteriutýnara (antibiotikum). Týdningarmikið er, at ikki bert tann, ið smittaður er, verður viðgjørd/ur, men eisini at tann ella tey, ið viðkomandi hevur ella hevur havt kynsligt samband við, verða kannað og møguliga viðgjørd.
Fyribyrging
Klamydia kann fyribyrgjast við ikki at hava óvart kynsligt samband. Góð verja fæst, verður hít nýtt rætt.
Tilmæli
Mælt verður til serligt varsemi við tilvildarligum kynsligum sambondum. Nýt ið hvussu er hít.
Øll, ið hava illgruna um smittu, eiga at venda sær til lækna at verða kannaði. Somuleiðis kunnu fólk, ið vilja tryggja sær, at tey ikki ganga við smittuni, venda sær til lækna.
Nú hesin trupulleiki við klamydiasmittu er vaksandi í Føroyum, kann vera mælt til, at áherðsla verður løgd á spurningin um klamydiasmittu í skúlum, ungmannafeløgum, ítróttafeløgum og øðrum felagsskapum.
Talva 1: Tal á klamydiakanningum og ávístum tilburðum í Føroyum
ÁrTal á kanningumTilburðir%
19892514919,5
19902643914,8
199131531 9,8
199237734 9,0
199337929 7,7
199442928 6,5
199538029 7,6
199642830 7,0
199738920 5,1
199842832 7,6
199951343 8,2
200050336 7,2
20015897412,6
20027248011,0
20036038714,4
200498814614,8
Talva 2: Tal á kanningum og tilburðum í Danmark 1999-2003
ÁrVertirTilburðir%
1999262.13113.9305,3
2000268.47114.7355,5
2001280.69415.1505,4
2002275.44716.2035,9
2003268.00818.4066,9
Talva 3: Klamydiatilburðir í Danmark eftir aldri og kyni í 2003
MennKvinnur
ÁrTalPr. 100.000TalPr. 100.000
<1267943138
1-40011
5-90032
10-14326440
15-198836023.8432.745
20-242.4201.5554.9693.252
25-291.4577922.2071.217
30-34618315730384
35-39280128347165
40-441427312265
45-4958313921
50+668465
Tilsamans5.95322412.414457










