Eitt óløgi tveitti tríggjar mans á sjógv

Teir fóru av Oyrargjógv eftir seyði norðuri í Urðini. 17 hugagóðir vágamenn.
Men lítið vistu teir tá, at hesin dagurin eins væl kundi endað sum ein feigdardagur, har ein ungur maður mundið sjólátist

Eitt óvæntað óløgi koppaði jolluni, sum tríggir mans sótu í. Tveir teirra komu undan beinanvegin, men tann triði maðurin var helst kleimdur undir jolluni.
Støðan var so vónleys, at hann ta einu løtuna helt at hansara síðsta løta var komin.
Men við skjótum atburði og góðum sjómansskapi vórðu kortini allir menninir bjargaðir.
- Hetta var eitt Guds undur, sigur ein teirra sum var við henda týsdagin í farnu viku.
Lesið spennandi frásagnina um 13 ára gamla miðvágsdrongin, Tórður á Presttrøðni sum var umborð á jolluni, tá hon koppaði.
- Eg trúði bara at eg druknaði


Tórður hvarv bara, tá jollan koppaði. Tað tók eina langa løtu, sum kanska bert vardi fá sekund, fyrrenn hann kom undan kavi aftur. Eg helt, at eg skuldi drukna. Alt gongur so skjótt fyri seg, men eg trúði at mín síðsta stund var komin, sigur 13 ára gamli Tórður á Presttrøðni sum í farnu viku fór við øðrum monnum eftir seyði norðuri í Urðini. Teir hava roynt hetta ofta áður, men hesin dagurin kundi gjørst ein feigdardagur.


Óhapp




Miðvágur: Hetta var ein týsdagur sum so mangir aðrir týsdagar í Miðvági. Fólk fóru til arbeiðis sum vanligt, og børnini vóru í skúlanum.
Tað eru kortini nakrir menn og unglingar sum ikki hava ein vanligan dag henda heystardagin. Teir hava sett hvørjum øðrum stevnu á Oyrargjógv henda fyrrapartin.
Teir vita, at í brattlendinum norðuri í Urðini, teir kalla, har ganga 12 seyðir, sum teir ikki enn hava fingið fatur á. Og tað hendir, hóast farið er langt út um hálvan oktober.
Í dag skal tað so vera. Líkindini eru hampilig, og tí verður avrátt at allir hesir 17 menninir skulu møtast á Oyrargjógv kl. 11. Nú skal seyðurin fáast til høldar.
Tað er ikki frítt, at menn eru spentir til hesa ferðina. Fleiri teirra hava roynt hetta áður, eisini 13 ára gamli Tórður, sum hóast sín unga aldur hevur verið her fleiri ferðir.
Hetta er mestsum bara ein avgreiðsluspurningur at reka hesar 12 seyðirnar oman móti sjóvarmálanum. Eftir fáum tímum eru menn aftur at landi í Oyrargjógv.
Vanliga er tað so. Men henda týsdagin 18. oktober 2005 var tó munandi øðrvísi. Hetta kundi lættliga gjørst ein feigdardagur.
- Tíbetur spældi alt væl av. Og eg ivist onga løtu í, at Harrans hond var yvir okkum henda dagin. Tá vit fyrr fóru í Urðina eftir landi, so steðgaðu vit altíð á eina løtu í einum skarði. Vit lótu frið falla yvir okkum, og løgdu so alt í Harrans hendur.
- Tað gjørdi eg sjálvur eisini henda morgunin, áðrenn eg fór frá húsum. Eg legði dagin og okkum allar í Hansara sterku hendur, og tað vita vit, at Hann hoyrir okkara bønir, sigur Wensil Nattestad, sum eisini var við henda dagin.

Nógv útliðið
Teir hava lurtað eftir veðurtíðindunum í útvarpinum henda týsdagin.
Sagt verður frá eysturætt og landsynningi ein stóran part av degnum, men at hann seinni um dagin skal hækka upp í norðan. Eystan er góð ætt norðuri í Urðini, men tað er høgættin hinvegin ikki.
Út á fyrrapartin eru menn til reiðar at fara av Oyrargjógv. Seksæringurin, sum Wensil Nattestad er til flotaður og tá klokkan er farin beint av 11 leggja hesir 17 menninir frá landi. Bæði veðrið, ættin og sjóvarfallið eru við teimum henda dagin.
Tað er bert ein lítil løta at sigla norður á staðið, har hesir 12 seyðirnir hava gingið síðani í apríl mánaði. Ein hálvan tíma ella so.
Her er talan um 12 seyðir, sum 12 mans eiga. Vanliga fara teir eftir teimum um 20. september, men í heyst hevur viðrað so illa, at tað ikki hevur verið hugsingur um at fara eftir teimum fyrrenn nú.
Tað er nú ella aldrin við báti. Um tað ikki eydnast í dag, er helst ikki annað at gera enn at fáa hjálp frá tyrluni. Men nú er so ferðin byrjað, og her sæst urðin fyri framman.
Ein bátur liggur uttanfyri. Nakrir mans verða stjóraðir inn á land við eini jollu. Teir reka seyðirnar oman móti sjóvarmálanum, har seyður og menn verða stjóraði umborð aftur á seksæringin.
Soleiðis plagar tað at vera. Einfalt, trygt og skjótt avgreitt eftir minni enn einum tíma. Men soleiðis gekk ikki á heysti 2005.

Tryggir vestar
Teir koma nú norður á Urðina og leggja síðani stilt uttanfyri. Hetta er vanlig mannagongd, tí menn vilja summa seg eina løtu, samstundis sum teir tosa um, hvussu farast skal fram í brattlendinum.
Teir kunnu við takksemi sanna, at har inni á landi kunnu teir síggja allar 12 seyðirnar. Eingin teirra er mistur, og tað munnu teir 12 eigararnir vera fegnastir um. Okkurt árið hava bæði tveir og tríggir seyðir vanta, tá raksturin kom fyri.
Umborð á seksæringinum gera teir nú klárt at fara í land. Teir eru altíð væl fyrireikaður og ikki minst væl útgjørdir til eina slíka ferð.
Hesaferð eru teir tó betri útgjørdir enn undanfarin ár. Teir hava altíð verið í bjargingarvestum, tá teir eru farnir við jolluni í land. Men hesaferð eru vestarnir spildurnýggir og av nýggjasta og besta slagi: Dettur maður á sjógv við vesti, so blæsist vesturin upp í somu løtu, sum sjógvur kemur á hann. Tað er ikki vist, at menn hugsaðu um tað týdningarmikla í hesum júst tá, men fáar minuttir seinni var tað júst hetta sum helst gjørdi sítt til at allir mans komu aftur á lívi.
Tá klokkan er farin at nærkast 1 verður jollan gjørd klár og teir fyrstu menninir fara í land. Umframt bjargingarvestin hava teir eisini eitt VHF samskiftistól við sær í land.
Tríggir mans verða stjóraðir í land hvørja ferð við hesi jolluni, sum er ein tríggjar metrar long dupultskinnað gummijolla. Eftir lítlari løtu eru teir 11 menninir komnir í land, teirra millum feðgarnir, 47 ára gamli Kári og Tórður á Presttrøðni, sum fyllir 14 ár mikudagin í næstu viku.
Hetta gongur alt uppá stás. Menn hava roynt hetta so mangan áður, og tí verður altíð við spenningi sæð fram til hesa løtuna at koma á land í Urðini.
Áðurnevndi, Wensil hevði sjálvur ætlað sæð við teimum í land henda dagin, men hann slapp snøgt sagt ikki. Tí, sum hann sigur: - Teir yngru vóru so spentir og so grammir at sleppa í land, at eg bleiv mestsum avtroðkaður hesa ferð, sigur hann við einum brosi.
Hinvegin so ásannar hann bara, at hetta er lívsins gongd: Teir yngru vilja sleppa í land at royna seg. Tað eru jú teir sum skulu halda hesum siðinum uppi í framtíðini. Soleiðis var eisini støðan, tá Wensil sum 13 ára gamal var fyrstu ferð í Urðini. Og soleiðis er støðan eisini í dag, so mong árini seinni.
Einasti munurin tá og nú er, at tá kundi ein ganga frá eggini og oman í brattlendið. Tað ber ikki til í dag, tí har hevur omanlop verið. So tey seinastu 15 árini eru teir altíð farnir við báti, tá Urða-seyðurin skuldi fáast til hús.
Og tað er júst tað, sum teir eru farnir eftir henda týsdagin, nú klokkan er farin at nærkast 1.

Trý óløgi
Allir mans eru nú til reiðar - 11 mans eru í landi og hinir seks umborð á seksæringinum.
Teir staðfesta enn einaferð at teir 12 seyðirnir eru har og síggja bara gott út. Og tað gongur minni enn ein tími, so eru teir allir riknir saman í eitt rættarskapilsi, sum er har niðri við sjóvarmálan.
Menn eru fegnir nú hesin parturin er fingin frá hond í øllum góðum. Seyðurin verður nú leiddur oman móti sjóvarmálanum, og verða beinini síðani heft, sum teir nevna tað.
Jolluna hava teir drigið á land, og tað er tí høgligt hjá teimum at leggja tríggjar og tríggjar seyðir í bátin hvørja ferð, nú seyður og menn skulu stjórast umborð aftur á seksæringin, sum liggur einar 70 metrar úr landi.
Teir vita av royndum, hvussu sjógvurin skikkar sær. Teir hyggja eftir aldunum fyri at passa sær løgir, tí gamalt er, at tað koma trý óløgi og so er slætt eina løtu, til trý tey næstu óløgini koma.
Hetta vita teir, og tí er mannagongdin hon, at tá tað triðja og seinasta óløgið er komið í landi, skal jollan flotast. Tá trýsta teir á landi jolluna út saman við óløginum, samstundis sum teir á bátinum toga í línuna, sum er spent fast í jolluna. Tað ræður um at fáa jolluna einar 10 metrar út frá landi, tí har er slættari.
Eftir lítlari løtu eru tríggir teir fyrstu seyðirnir fingnir til høldar umborð á bátinum, eins og tann fyrsti maðurin er fingin innanborða. Jollan verður nú togað inn aftur móti landi. Henda fyrsta ferðin gekk sum hon skuldi, og menn halda tí fram við góðum treysti.
Nú skulu tveir seyðir flytast og tríggir mans somu ferðina. Teirra millum eru 13 ára gamli Tórður. Hevði tað gingið væl fyrru ferðina, so riggaði hendan onnur ferðin ikki so væl. Tað hendi stutt sagt tað, sum ikki eigur at henda: Tað kom eitt fjórða óløgi!

Long løta í fá sekund
Tórður hevur roynt hetta áður. Hann og hinir báðir fara í bjargingarvestarnar, fara umborð á jolluna, har tveir seyðir longu liggja bundnir.
Teir á landi telja óløgini. Fyrst eitt, síðani nummar tvey og at enda tað triðja óløgið. Men hvat hendir: Í tí at teir skumpa bátin frá landi, nú kemur púra óvæntað eitt fjórða óløgi.
Hetta brotið rakar sera meint. Stýriborðssíðan á bátinum er hægst uppi og tí gerst flatan, har brotið rakar so stór. Eingin veit rættiliga hvat síðani hendi, tí alt gekk so ómetaliga skjótt fyri seg: 1-2-3 so vendi botnurin á jolluni upp í loft.
Teir hava hoyrt frásagnir um líknandi hendingar áður, har alt spældi væl av. Júst hesa løtuna hevur eingin stundir at hugsa um slíkt: Her ræður bert um at bjarga teimum trimum monnunum.
Teir bóru skjótt at. Onkur leyp beinanvegin á bláman, og fekk fatur á tveimum monnum, sum komu undan kavi innanfyri jolluna. Men hvar í víðu verð var triði maðurin? Hvar var Tórður??? Eingin sá hann! Eingin visti hvar hann var! Var hann ....?
- Hetta var ein sera óbehagilig løta, skal eg siga tær, greiðir Wensil frá. Hann lá 70 metrar úr landi, og kundi bert eygleiða tað sum fór fram har inni við land úr 70 metrar fjarstøðu.
- Alt gekk so skjótt fyri seg. Tað virkaði sum ein long løta, men kanska vardi alt bara nøkur fá sekund!
Men Tórður var tíbetur ikki farin so langt. Hann lá tryggur í bjargingarvesti sínum undir jolluni.

- Helt eg druknaði
Tórður greiðir frá, at teir tríggir fóru umborð á jolluna, tá menn vóru til reiðar at trýsta hana á sjógv.
Hann heldur tó, at teir kanska trýstu hana ov stutt út fyrstu ferðina, og góvu henni tí eitt skump aftrat. Og tað var júst tá, at tað fjórða og óvæntaða óløgið kom.
Báturin holvdist og síðani er ilt at siga, hvat so hendi. Tórður kom at sita í somu síðu sum seyðirnir, og tí er ikki óhugsandi at hann á einhvønn hátt er komin ímillum teir og slapp tí ikki leysur beinanvegin. Hinir báðir komu at liggja við síðuna av jolluni.
- Eg kláraði so ikki at hála meg upp. Tað var sum um eg var fastur í onkrum. Men eg merkti tó, at ein hond helt í arminum á mær alla tíðina.
- Men hinvegin, so náddi eg ikki at reagera uppá nakað, tí at alt gekk so skjótt fyri seg. Eg haldi eisini, at eg svímaði eina løtu, sigur Tórður.
Aftaná hava menn staðfest, at hann helst ikki er komin undan jolluni beinanvegin, tí uppdriftin í tí uppblásta bjargingarvestinum var so mikið stór, at hann hevur havt trupult við at sleppa út um stokkin á jolluni.
Hóast alt gekk skjótt fyri seg, og hóast Tórður ikki megnaði at skráseta alt sum gekk fyri seg rundan um, so var tað kortini ein tanki, sum kom í huga hansara:
- Eg helt, at eg skuldi drukna. Men eg veit ikki, - tá slíkt hendir, so nær man ikki at hugsa um nakað sum helst. Alt gongur so skjótt, men eg helt at eg skuldi drukna!

Góður sjómansskapur
Lukkutíð fyri Tórður so bóru menn skjótt at. Tann eini maðurin, Árni Dalsgaard, sum sjálvur var við jolluni, hevði fatur á armi hansara, og soleiðis fingu teir umsíðir hálað hann undan jolluni og trygt upp á land. Hann helt so mikið fast í Tórða, at Tórður óttaðist fyri, at hann fór at bróta armin!
Rennvátur og skelkaður stóð hann nú har. Hann spýði nakað av sjógvi upp, samstundis sum hann varð latin úr klæðum sínum og í klæðir, sum teir á landi lótu honum. Eftir lítlari løtu var hann til reiðar at fara umborð aftur á hesa somu jolluna, á hesa somu ferðina út til bátin.
Við samskiftisútgerðini høvdu teir boðað bátinum frá tí sum var farið fram. Umborð á bátinum setti Wensil nú hitan í lugarinum for frá, soleiðis at Tórður og hinir menninir kundu hita seg, nú teir komu at borði aftur.
Glaðir og við tøkk í hjarta og við øllum monnum og øllum seyðinum umborð sigldu teir nú suðuraftur móti Oyrargjógv.
Hetta hevði verið ein minniligur dagur. Ein dagur sum kundi gjørst ein feigdardagur, men sum við Guds hjálp endaði gott.
Tórður var sjálvandi skelkaður eftir hendingina, men hann hevur tó ætlanir um at fara við aftur norður í Urðina komandi ár.
Tá hann og pápin komu at húsum henda dagin, greiddu teir sjálvandi húsfólkinum frá tí, sum var farið fram norðuri í Urðum.
Seinni um kvøldið settist hann frammanfyri sjónvarpið at hyggja eftir einum dysti, har favorittlið hansara spældi - Manchester United!




- Eg eldist 15 ár eftir 15 sekundum

- Eg bleiv við at rópa: Hvar er Tórður? Hvar er Tórður? Eg hugsaði bara, at nú misti eg sonin, sigur Kári á Presttrøðni um henda minniliga dagin, 18. oktober 2005.


Óhapp


Fyri Kára var henda ferðin norður í Urðina sum so mangar av teimum undanfarnu.
Hann hevði verið her so mangar ferðir áður, og tí var hann fegin um boðini hann fekk henda dagin.
Hann skuldi tó sanna, at hetta gjørdist honum ein minnilig ferð. Ein ferð, sum veruliga vísti honum, hvussu stutt kann vera millum lív og deyða.
Men samstundis varð hetta ein ferð, sum veruliga vísti, hvussu nógv kann koma burtur úr, um skjótt verður borið at.

Ræðuligt
- Eg veit ikki, hvussu alt hendi. Tað gekk simpelthen bara so skjótt og so óvæntað, sigur Kári.
Saman við 10 øðrum monnum var hann fyrr um dagin stjóraður í land. Og hann var tí eisini vitni til tað sum hendi, tá ta fjórða óløgið brádliga kom.
- Tað tók kanska ikki meiri enn eini 15 sekund, frá tí at báturin koppaði, til teir fingu fatur á Tórður. Men hjá mær stóð alt púra stilt.
- Eg var snøgt bara í sjokk, greiðir hann frá. - Eg rópti og geylaði bara eftir soninum. Eg sá hann ikki hesa løtuna. Hann var bara burtur!
- Eg kláraði ikki at hugsa um nakað enn um sonin. Hvar var hann? Eg sá faktiskt deyðan í eyguni hesa løtuna. Tað var ræðuligt!
Fá sekund seinni skilti hann, at teir høvdu sæð Tórður undir jolluni. Men hetta var ikki nóg mikið fyri pápan. Tí, hvat nú um jollan kom inn móti urðini og kanska knústtist. Hvat hevði so hent við soninum?
Teir fingu nú fyrst teir báðar menninar á land, og síðani Tórða. Her á landi kundi faðir og sonur nú hálsfevnast, kanska sum sjáldan áður.
- Eg var bara so glaður, tá eg hoyrdi at Tórður græt. So visti eg, at hann var á lívi, hóast hann eisini var sjokeraður og illa fyri.
- Puha, hetta var ein minniligur dagur!
Uttan at taka nakað frá nøkrum, so ivast pápi Tórða ikki í at siga, at hesin áðurnevndi Árni Dalsgaard er maðurin sum eigur heiðurin fyri at alt spældi so væl av.
- Hann sýndi eitt ótruligt dirvi og ein ótrúligan vilja til at bjarga soni mínum. Hann helt jolluni uppi, so hon ikki knústist móti klettinum.
- Við sínum góða kunnleika til sjógvin, er hann maðurin sum eigur lívið í Tórða í dag, sigur ein takksamur Kári.

Tømdi stivlarnar
Teir bíðaðu nú einar 15 minuttir aftrat í landi fyri líkasum at summa seg eitt sindur. Síðani varð jollan flotað aftur, og hesaferð fóru bæði Tórður og Kári ísenn til bátin.
Hendingin skelkaði hann so mikið, at hann gjørdist nærum í ørviti. Á heimleiðini reypaði hann av at vera einasti maður, sum ikki var vorðin vátur. Men tá hann kom aftur til húsa, kundi hann tøma báðar stivlarnar, sum vóru fullir í sjógvi!
- Tú, so undarligt kann tað vera. Men tað ringasta av øllum var kortini tað, at vit ikki sóu Tórður hesa einu løtuna. Hinir báðir menninir komu beinanvegin undan jolluni, men Tórða sóu vit altso ikki.
- Tað var hetta sum skelkaði meg allarmest. Og tí eri eg ógvuliga fegin um, at eg enn í dag eigi seks børn, sigur 47 ára gamli Kári.