Ingunn Winther Olsen til minnis

Tað var ein sera løgin kensla, tá ið vit koyrdu til arbeiðis hendan vakra mánamorgunin 22. november 2010.

Skyggjandi morgunglæman stóð niður gjøgnum tungu skýggini og lýsti oman yvir bygdina, inn á Fjørð og beint niður á Fiskivinnuskúlan – eitt løgið ljós. Vit skuldu møta til arbeiðis, sum vit vóru von, men vit vistu longu, at hesin dagurin var og fór at verða heilt øðrvísi, enn vit vóru von við. Hýrurin var í botni, nívandi sorgin var við at gera um seg eftir skelkin, ið enn sat í kroppinum, og óttin fyri degnum og framtíðini legði sína køvandi hond á ta annars vanligu vónríku væntanina til arbeiðsdagin, sum Ingunn altíð var ein so sera sjálvsagdur og jaligur partur av.

Tað kom so sera dátt við, tá ið vit fríggjakvøldið 19. november 2010 fingu deyðsboðini av Ingunn. Tað høvdu vit ikki væntað, sjálvt um hon hevði verið sjúk, og sjálvt um vit ótilvitað og innast inni vistu, at Ingunn hevði vánaliga heilsu og hevði havt tað frá barni av. Vit gloymdu tað, tí ongantíð minti Ingunn okkum á sína heilsu, og altíð livdi hon alt sítt lív, sum var hon púra frísk. Ingunn gjørdist eins gomul og Abraham Lincoln, ið segði, at "tað ikki veldst um mongdina av árum í lívinum, men um mongdina av lívi í árunum". Hetta var eisini galdandi fyri Ingunn, sum valdi at liva lívið sum frísk heldur enn sum sjúk. Hetta fríggjakvøldið savnaðust næmingar og lærarar av sær sjálvum á skúlanum fyri at vera saman í hvøkkinum, skelkinum og í nívandi sorgini.

Ingunn var fødd í Vestmanna 3. juni 1954, har hon vaks upp sum yngst av 5 systkjum, men tann eina systirin doyði sum smágenta. Hon var dóttir Jonu og Niels Winther Olsen, sum bæði vóru úr Vestmanna. Eftir barnaskúlan í Vestmanna fór hon á studentaskúla í Hoydølum, har hon tók studentsprógv í 1973. Eftir studentaskúlan fekst Ingunn við mangt og hvat. Millum annað gekk hon eitt skifti á sjúkrasystraskúla, og eitt tíðarskeið las hon danskt á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Ingunn var eisini vikarur við Vestmanna Skúla eitt skifti. Men tað var móðurmálið, sum hugtók hana mest, og tí fór hon undir at lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum, haðani hon tók prógv sum cand. phil. Tá ið fiskivinnuskúlin varð settur á stovn í 1989, var Ingunn fyrsti lærarin, sum var settur í starv. Hetta starvið røkti hon við lív og sál og meira enn til fulnar, til hon nú so brádliga og óvæntað fór frá okkum.

Ingunn var barn av '68-ættarliðnum. Hon var 14 ár í 1968 – ein spírandi, ósek tilvitanar- og broytingartíð, tá ið vónirnar til lívið og tilveruna vóru ovurbjartar, og alt sýntist at bera til. Hon var 16 ár, tá ið hon flutti heiman og til Havnar at ganga í skúla, og 19 ár, tá ið hon varð studentur, og lívsmøguleikarnir lógu púra opnir fyri framman. Tað var ein fragd at hoyra Ingunn tosa um hesa føgru tíð, ið hon heldur mintist við gleði enn við afturlítandi sorgblídni og afturtrá. Hon mintist til upplivingar og merkisverdar hendingar og mintist so mong áhugaverd fólk og so mong góð vinfólk, ið høvdu ríkað hana so nógv. Ingunn var ongantíð áskoðari til lívið, men luttók í lívinum við fullum huga, áhuga og áræði.

Ingunn var ein fullkomiliga integreraður partur av Fiskivinnuskúlanum, har hon var eitt stórt álit og hevði fleiri týðandi álitisstørv. Hon var ein frálíkur lærari í føroyskum og ein avbera góður lestrar- og verkætlanarvegleiðari. Hon var sum ein mamma fyri næmingarnar. Hon tók ikki bara medábyrgd fyri teirra lívi og trivnaði, men var sera umsorgarfull og luttók virkin í teirra lívi og virksemi. Mangir næmingar og starvsfelagar minnast við gleði hennara væl fyrireikaðu undirvísingartímar og hennara arbeiði við alsamt at menna skúlan. Hon var ein berandi kraft í margfaldna virkseminum og í sosiala lívinum á skúlanum. Hon var næstan altíð við á mongu uttanlandsferðunum og mongu luttøkunum í European Business Game, ið skúlin vann fleiri ferðir, og hon var virkin í ymiskum arbeiði fyri miðnámsskúlaverkið og í felagsarbeiðinum innan miðnámsskúlaøkið.

Hóast lítil á vøkstri, var Ingunn sum ein stórur klettur. Hon var dugnalig og vitandi, var jaliga krevjandi og fevnandi, var livandi og sýndi ein jaligan myndugleika. Ingunn var bæði skynsom (rationel) og kensluslig (emotionel). Hon var rólig, empatisk, "rúmlig" og fyrigevandi, og við virðing og tolsemi dugdi hon at seta fólk í frælsi til at evna teirra egna lív. Hon var dámlig og blíð, eitt sera vakurt menniskja uttaná og innaní, ein ungdómur millum tey ungu, ja "ein hjartans hetja", sum ein fyrrverandi næmingur so vakurt og kensluborið skrivaði um hana. Hjá Ingunn gekk stílur og mentan, kærleiki og dygd upp í eina hægri eind. Einki at siga til, at vit enn sakna hana svárt. Nei, lívið er als ikki tað sama uttan Ingunn. Vit minnast ríku løturnar í gamla skúlanum, tá fasta trio'in við Ingunn í fjálgandi leiklutinum húsaðist í ovastu hædd. Vit sakna hennara stillføra skemt, hennara lætta lyndi og hennara jaliga hugburð, sum hon ríkaði løturnar millum lærararnar og næmingarnar við. Ingunn var eksponenturin fyri at flyta jaligu mentanina úr gomlu húsunum og gera nýggju húsini eins livandi. Ingunn var ikki bara Ingunn – nei, Ingunn var meira enn Ingunn.

Hóast Ingunn var plágað av sjúku sum barn og tískil vard og spard, so spardi hon seg ongantíð, tá ið tað galt onnur. Hon tók ikki lívið sum givið, men gjørdi stóran mun við at geva lívinum eitt dygdargott innihald, knýta okkum til onnur og binda okkum saman. Hon virkaði fyri at skapa meining í eini ofta ásýniligari meiningsleysari tilveru, og hon megnaði at fáa næmingar og onnur at taka ábyrgd fyri egnari tilveru. Amerikanski sálarlæknin Irvin D. Yalom skrivar, at fýra grundleggjandi lívskor eru: deyðin, einsemið, meiningsloysið og frælsið. Ingunn dugdi sera væl við sínum jaliga áliti á lívið og sínari lívsdygd at stýra millum hesi ofta hóttandi sker. Nú lívsskeið hennara er runnið og lívsteinur hennara er lokin, vilja vit við N.F.S. Grundtvig í umyrking Robert Joensens kvøða:

Tey renna skjótt tey stuttu ár,
til heim tú manst mær boða;
og eftir vetur kemur vár
við sól og fjallaroða.

Og eina ferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.

Ærað verið minnið um okkara kæra vin og starvsfelaga, Ingunn Winther Olsen.