Klaus Meine, Rudolph Schenker, og teirra harkalið, løgdu mannamúgvuna fyri sínar føtur, tá teir fóru á pall á Summarfestivalinum 2007.
Eini 10.000 túsund fólk bíðaðu spent eftir Scorpions, og vónir og væntanir vóru skrúvaðar upp, tí bólkurin segðist vera í góðum formi, og nýggja fløgan boðar eisini frá góðum, og inniheldur stórhittið Humanity.
Legendurnar á pall
Veðrið skikkaði sær væl, og stóri pallurin og stóra anleggið stóðu lokkandi og argandi klár. Og so kom frásøgumaðurin Sjúrður Skaale á pall at boða frá, at nú stóð Scorpionmanningin handan palltjaldið.
Og so komu týsku rocklegendurnar á pall.
Fyrstu løgini vóru góð, men eggjaðu ikki, tí fjøldin kendist ikki heilt við hesi nýggju løgini. Og tað var eisini fyrstu løtuna, sum var hetta ein leitandi dansur hjá tónleikarum, og serstakliga ljóðmonnum.
Garvaðu og tryggu rockararnir á pallinum royndu at merkja, hvat hetta var fyri fjøld, ið stóð á vøllinum, meðan ljóðmenninir bardust ein harðan dyst millum fleiri hundrað knøttar í miksaratjaldinum. Fyrsta hálva tíman, ella nakað meira, var ljóðgóðskan heldur svikalig. Eina løtu heilt okey, men so skiftust toppur og botnur at svíkja, og tað kendist heldur løgið onkra løtu, tá ljóðið nærum sløraðist, júst sum tá gomlu kassettuspælararnir "ótu" bondini.
Hetta við ljóðgóðskuni tók eftir mínum tykki nakað langa tíð at fáa uppá pláss, tí tá tað gongur meira enn hálvur tími, kanska eini 40-45 minuttir, innan ljóðdygdin er sum hon skal, so er hetta í yvirkantinum.
Scorpiónin spældi sær við ofrið
Men so spældu teir lagið Holiday! Fjøldin kendist við gamla hittið, lív kom veruliga í, og við eitt var ljóðið sum tað eigur. Hart var tað alla tíðina, men nú var tað eisini gott. Sera gott, og hetta helt sær allan vegin, og nú rullaði rocktokið! Nú riggaði alt!
Hetta var í veruleikanum, sum tá kettan spælir við músina; tað er ein spurningur um tíð, til hon høggur og ger bart.
Yvir 35 ára gamla Scorpiónin hevði spælt sær við ofrið, áðrenn hon veruliga stakk, og gav alt hon átti.
Nú Stóðu allir knøttar júst har, ið teir skuldu standa, og Klaus Meine og hinir ljóðaðu nú, sum teir vanliga gera, og fyri fullum útblástri í størsta anleggi, sum verið hevur í Føroyum.
Betri kann tað ikki gerast.
Schenker-kondi
Schenker spardi seg ikki, og frá fyrstu stund rann hesin guitarsnillingurin á pallinum og dansaði, meðan rocktrumlan koyrdi við fullari ferð. Og tað var heilt ok, tí maðurin er ongin unglingi longur, so ongin kann vænta hetta, ella krevja tað, men hetta var ógvuliga umboðandi fyri framførsluna hjá bólkinum; garvaðir tónleikarar fyri fullum útblástri og Scorpiónin er ikki merkt av elli.
Meine hevur røddina enn, júst sum vit so væl kenna snjalla týskaran. Eitt vet av týskari dialekt í enska málinum megnar hann at umseta til sjarmu. (Eisini tá hann rópti; "Are you ready to rock??" Og tá hann síðani rósti fólkinum og staðnum og segði, at; "This is breathtaking", og tað í staðin ljóðaði sum "breasttaking". Skemtilig og sjarmerandi!).
Sum heild má sigast um Klaus Meine, at umframt at syngja, so dugur hann eisini at undirhalda, hava samband við stóra mannfjøld, og at fáa fjøldina at syngja og rópa sum eina eind. Júst so sum tað eigur at vera.
Her var kramm í. Og nýggja lagið Humanity hevur longu vunnið sær sess sum ein klassikari í Scorpions-sangbókini.
Eftir røð av góðum løgum og rocktónleiki við dygdarljóðið við fullari styrki, hvurvu teir flestu av palli.
Polski bassleikarin tók yvir eina løtu og vísti sínar dygdir. Eitt sindur frekt kanska, at hann einu løtuna spældi strofur hjá Metallica. Men eftir at bassleikarin hevði víst, at hann óivað er yvir miðal, kom trummuleikarin uppí og tók yvir.
Og tað er ikki ov nógv sagt, at hann jarðlegði alt, sum rørdi seg á Vágsbø, og stýrdi øllum.
Í góðu gomlu rockdøgunum, tá rockurin enn var upprunaligur, var vanligt, at trummuleikarin hevði eina drúgva trummusolo, meðan restin av manningini fekk eitt andarúm.
Og tað gera teir í Scorpions enn. Trummuleikarin hevði eina solo, sum kanska var ov drúgv fyri nøkur, men sum fyri okkum onnur var júst kryddið, sum gjørdi konsertina til eina veruliga rockkonsert, so sum tær eiga at vera og plagdu at vera. Tað var flott. Væl spælt, flott show og hann stýrdi fjøldini á Vágsbø og fekk tey at rópa og annars gera júst tað, sum junglutrummurnar góvu boð um. Hann var eitt ódjór handan trummurnar. Har var ongin ivi.
Veðurløgini kanska sína ávirkan
Scorpions rockaðu víðari við kendum løgum, sum t.d. Big City Nights. Tað koyrdi bara og konsertin var nú bara ein staðfesting av, at hetta var nakað av tí besta, sum hevur verið á palli í Føroyum. Nú ljóðið var komið á pláss, og var rættilga gott, gekk alt bara sum eftir ánni.
Fjøldin var ivaleys, tá gamla Scorpiónin fór av palli. Her máttu eykaløg til!
Og manningin hjá Klaus Meine var eisini ivaleys. Vit fingu fleiri eykaløg. Har komu Still loving you, Wind of change, Allways somewere, Rock you like a hurricane og When the smoke is going down.
Tað var, sum høvdu teir ongan hug at gevast. (Og tað høvdu teir óivað heldur ikki, tí seinni hava teir sagt, at hetta var ein av bestu upplivingum teirra á palli).
Og ongin ivi var um teirra spæligleði og at hetta als ikki var ein avgreiðsluspurningur hjá Scorpions.
Gomlu meistararnir eru nú einaferð teir, ið duga kynstrið best,og hóast aldurin, so er onki sum eitur at leypa har garðurin er lægstur. Tað prógvaði tann 2 tímar langa konsertin, sum var eitt ljóð- og ljósbrak, sum flytir framtíðarmørkini í føroyskari festivalsøgu.
Tað var ein dýrdarløta á Vágsbø, har til bar at sanda við tendrara, meðan vørkru løgini ljóðmaðu. So gott var veðrið. Men kanska vóru tað veðurløgini hjá Scorpions, Wind of change og Rock you like a hurricane, ið gjørdu sítt til alla øsingina, sum seinni merkti festivalin. Hvør veit? Kanska østu legendarisku týskararnir sjálvt veðurgudarnar.
Í øllum førum megnaðu teir at skapa eina konsert í Føroyum, sum seint verður gloymd, og sum er sjálvskrivað at standa sera frammaliga í føroyskari festival- og konsertsøgu.