og boðaði frá, at hann hevði valt at geva samráðingarmonnunum ein møguleika afturat. Stutt eftir boðaði serligi ST-semingsmaðurin, James LeMoyne, frá, at leiðslan í FARC hevði játtað at taka samráðingarnar [...] samráðingarnar við stjórnina uppaftur. Harvið slapst undan, at borgarakríggið brast áaftur. Í ST verður sagt, at teir útlendsku diplomatarnir høvdu stóran týdning fyri samráðingarnar. Diplomatarnir, sum hjálptu [...] Svøríki, Sveits, Meksiko, Venesuela og Kuba. Altjóða eygleiðarar halda, at tað var amerikanska stjórnin, sum fekk Pastrana forseta at velja eina harða kós ímóti teimum vintsrasinnaðu uppreistrarmonnunum.
samrøðuna, sigur hann, at eingin ivi er um, at Lars Emil Johanen kennir almennu støðuna hjá bæði Siumut og grønlendska landstýrinum, sigur Jonathan Motzfeldt. ?Eg havi fult álit á, at føroyingar sjálvir klára [...] eini sjálvsstýrislýsing, sum verður klár at viðgera í Landstinginum komandi ár. Og eg eri vísur í, at sami andi mótvegis øðrum londum, eitt nú Føroyum, eisini fer at vera galdandi har, sigur hann. Hjá okkum [...] vit fara ongantíð at blanda okkum í, hvussu teir gera tað, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin í viðmerking við Sosialin. Lars Emil Johansen veit eisini, sigur Jonathan Motzfeldt, at í Grønlandi situr
og umsiting teirra. Men hesi hava avgjørt einki at gera við at seta á stovn privatar skúlar ? ella frískúlar. Tvørturímóti ? eyðkennið fyri frískúlar er, at teir verða stovnaðir og riknir av privatum: Foreldrum [...] viðv. frískúlum er at samtykkja eina frískúlalóg; og tað kann metast sum ein dagføring av føroyska lógarverkinum, sum átti at verið framd fyri fleiri áratíggjum síðani. Rætturin at skipa frískúlar er [...] tikið undir við. Og tað er hesin rættur, ið skal tryggjast, við at løgtingið samtykkir eina frískúlalóg. So fáa vit at síggja, um nakar fer at gera nýtslu av hesum rætti.
hava hug at repa seglini. Eg eri fullvísur í, at hetta tiltakið gevur eysturoyingum eina kenslu av, at Sosialurin nú í størri mun er okkara blað. Við nýggju deildini hava tit betri møguleikarl at fylgja [...] veksur, tí alt skal fíggjarliga hanga saman. Eg trúgvi, at Sosialurin er komin fyri at vera. Vónandi fer okkurt annað blað ella loftborin miðil at taka táttin upp og fylgja blaðnum eftir, tit skulu eisini [...] Við hesum seinasta tiltakinum at verða meira sjónligir uttan fyri høvuðstaðin, hava tit víðkað virksemið til eisini at opna eina skrivstovu í Saltangará. Tit hava við hesum stigi víst áræði og dirvi, nú
fara at vísa, um tað er tað rætta. Soleiðis segði Lisbeth L. Petersen, beint eftir, at hon hevði fingið at vita, at hon var vald til nýggjan formann í Sambandsflokkinum. Síðani tað var greitt, at Lisbeth [...] fyri hansara tíð sum formaður og tykkum fyri at hava valt meg. Fólkið hevur talað á lógligan hátt og hevur valt meg til fomann. Hetta starvið fari eg at royna at røkja til fulnar ? kanska eitt sindur ørðvísi [...] Lisbeth L. Petersen fór at stilla upp ímóti Edmundi Joensen til formansvalið, hevur allatíðina verið roknað við, at talan fór at verða um eitt tætt val, og tað var tað eisini. Lisbeth vann valið við 26 atkvøðum
samtykt, at formaðurin skal seta starvið, eftir at aðalskrivarin hevur gjørt sína innstilling. Tað eru onkur innanhýsis viðurskifti, sum skulu avgreiðast, áðrenn arbeiðið at innstilla og seinni at seta starvið [...] Umsitingin er stór, og tí hevur nevndin gjørt av at lýsa eftir einum fólki afturat. Í lýsingini stendur, at FSF skal hava ein varamann hjá aðalskrivaranum. Freistin at søkja er farin, men enn er eingin varamaður [...] til starvið, er tað sum Ísak Mikladal vil siga. Men hann roknar við, at tað ikki fara at ganga fleiri vikur, áðrenn hann hevur meiri at siga um hetta málið.
men hinvegin er lítið at ivast í, at vónin um at lívbjarga sær man vera vaksin nakað eftir teir báðar dystirnar móti FS Vágum. Fýra stig Tað eydnaðist nevnliga norðara felagsliðnum at fáa fýra stig burtur [...] til, at tað skuldi eydnast gestunum at fara av stað við øllum aftur hesa ferð. Í hálvleikinum vóru teir nevnliga á odda við einum máli, sum rumenski Sorin Anghel skeyt. Tað eydnðaist tó vágamonnum at javna [...] man hetta hava viðført, at sjálvsálitið er økt nakað undan landskappingini. Fyrri dysturin millum liðini bæði varð leiktur leygardagin, og hendan eydnaðist Jón Sigurd Gleðisheygg at avgera við einum máli
Stavad og Jørgen Niclassen ásanna báðir, at fleiri trupulleikar eru í at gera skipaeftirlit til føroyskt málsøki. Men hesar trupulleikar eru teir samdir um at loysa so hvørt, sum teir stinga seg upp. Ein [...] um fer nú at leggja lunnar undir føroyska skipaeftirlitið. Og stinga trupulleikar seg upp á vegnum, er danski vinnumálaráðharrin altíð til reiðar at tosa við føroyska landsstýrismannin um at loysa hesar [...] sum landsstýrið er farið at arbeiða eftir. Og fundurin gekk av tí allar besta. ? Eg eri væl nøgdur. Fundurin gekk væl, og danir eru sera positivir. Hetta er rætti hátturin at náa málinum um sjálvstýri
opinleika og innlit, og at upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri foreldrini, verða tøkir. Felagið heldur, at ein skipan eigur at verða gjørd, so at til ber hjá øllum, til eina og hvørja tíð, at fáa innlit í bíðilistan [...] Hann skjýtir upp, at stig alt fyri eitt verða tikin til, at bíðilistin fær innivist á heimasíðu kommununnar. Á henda hátt fáa øll eina skjóta og lætta atgongd til bíðilistan, har til ber at síggja, hvat nummar [...] bíðilistan, bæði fyri at síggja, hvat nummar á bíðilistanum ein er, og fyri at fáa innlit í lutingina av stovnsplássum í økinum. Leivur Hansen, limur í Tórshavnar býráð, tekur nú Foreldrafelagið upp á orðið
trongligt, at tað er mangan ruðuleiki, og tað verður mett, at tað er ikki heilt vandaleyst at hava so vánaligar umstøður tá ið skúlanæmingar skulu í og úr skúla. Vágs Býráð hevur í fleiri ár tosað um at gera [...] Men nú ætlar býráðið at nakað skal henda. Á fíggjarætlanini fyri komandi ár hevur býráðið samtykt at seta 150.000 krónur av til eitt steðgipláss við skúlarnar til bussar. Ætlanin er at gera steðgiplássið [...] Ein trupulleiki hjá kommununi hevur verið, at tað er landið, sum eigur stykkið undir Miðnámsskúlanum.Býráðið hevur søkt fyri tveimum árum síðani um at fáa loyvi at gera steðgipláss har, men hevur ikki fingið