Umsiting
Fótbóltssambandið skal hava fleiri fólk á skrivstovuna. Umsitingin er stór, og tí hevur nevndin gjørt av at lýsa eftir einum fólki afturat. Í lýsingini stendur, at FSF skal hava ein varamann hjá aðalskrivaranum.
Freistin at søkja er farin, men enn er eingin varamaður hjá aðalskrivaranum settur:
? Nevndin viðgjørdi málið á fundi fríggjadagin í síðstu viku. Har varð samtykt, at formaðurin skal seta starvið, eftir at aðalskrivarin hevur gjørt sína innstilling. Tað eru onkur innanhýsis viðurskifti, sum skulu avgreiðast, áðrenn arbeiðið at innstilla og seinni at seta starvið verður gjørt.
Ísak Mikladal vil ikki siga, hvussu nógvir umsøkjarar eru til nýggja starvið, men hann váttar, at tað tykist vera ikki so lítil áhugi fyri tí:
? Tað eru fleiri umsøkjarar, enn tað kunnu teljast á aðrari hondini, og eftir míni meting eru tað fleiri, sum eru skikkaðir til starvið, er tað sum Ísak Mikladal vil siga. Men hann roknar við, at tað ikki fara at ganga fleiri vikur, áðrenn hann hevur meiri at siga um hetta málið.










