Viðmerking til Eyðólv Dimon í Sosialinum 16. febru

Eingin kann vera ósamdur í, at fólkaskúlanum tørvar meiri pening fyri at lúka tey krøv, sum verða sett honum, m.a. í fólkaskúlalógini. Tað hevur bara einki við eina frískúlalóg at gera.

Hvørji eru tey »vit«, sum Eyðólv Dimon heldur ætla at »seta á stovn privatar skúlar«? Beint aftaná skrivar hann aftur um somu »vit«, sum hann vantar fara at »býta játtanina út á fleiri skúlar«.
Tey, sum játta pening til fólkaskúlar, eru almennir myndugleikar: Land og kommunur, løgting, bygdaráð og umsiting teirra. Men hesi hava avgjørt einki at gera við at seta á stovn privatar skúlar ? ella frískúlar. Tvørturímóti ? eyðkennið fyri frískúlar er, at teir verða stovnaðir og riknir av privatum: Foreldrum, lærarum og møguliga áhugafelagsskapi. Um tað almenna skuldi stovnað frískúla, so var tað eingin frískúli longur, og enn minni nakar privatskúli.
Uppgávan hjá løgtinginum viðv. frískúlum er at samtykkja eina frískúlalóg; og tað kann metast sum ein dagføring av føroyska lógarverkinum, sum átti at verið framd fyri fleiri áratíggjum síðani.
Rætturin at skipa frískúlar er staðfestur í fleiri altjóða sáttmálum ? sum eisini Føroyar hava tikið undir við. Og tað er hesin rættur, ið skal tryggjast, við at løgtingið samtykkir eina frískúlalóg. So fáa vit at síggja, um nakar fer at gera nýtslu av hesum rætti.