Við hesum seinasta tiltakinum at verða meira sjónligir uttan fyri høvuðstaðin, hava tit víðkað virksemið til eisini at opna eina skrivstovu í Saltangará. Tit hava við hesum stigi víst áræði og dirvi, nú summi bløð hava hug at repa seglini. Eg eri fullvísur í, at hetta tiltakið gevur eysturoyingum eina kenslu av, at Sosialurin nú í størri mun er okkara blað. Við nýggju deildini hava tit betri møguleikarl at fylgja við í nærumhvørvinum her og kunna vera fyrstir við tí síðsta nýggja, sum hendir í hesum partinum av Føroyum.
Eg vóni, sum Jan Muller blaðstjóri eisini segði tað við hugnaligu móttøkuna í nýggju hølunum, at vinnulívið og fyritøkur í oynni fara at taka væl undir við hesum framstigi og í størri mun enn higartil stuðla blaðnum við lýsingum, samstundis sum haldaraskarin veksur, tí alt skal fíggjarliga hanga saman.
Eg trúgvi, at Sosialurin er komin fyri at vera.
Vónandi fer okkurt annað blað ella loftborin miðil at taka táttin upp og fylgja blaðnum eftir, tit skulu eisini vera vælkomnir.
Enn einaferð tøkk og góða eydnu.










