12.000 stjórnarhermenn og einir 17.000 uppreistrarmenn stóðu til reiðar at taka borgarakríoggið í Kolombia uppaftur, men takkað verði áhaldandi ST-umboðum og útlendskum diplomatum slapst undan krígnum.
Andrés Pastrana, forseti hevði givið uppreistrarherinum FARC 48 tímar til at taka menn sínar úr einum avvápnaðum geira, sum hevur skilt teir báðar herarnar seinastu trý árini. Men ein hálvan tíma áðrenn freistin gekk út, kom forsetin í almenna sjónvarpið og boðaði frá, at hann hevði valt at geva samráðingarmonnunum ein møguleika afturat.
Stutt eftir boðaði serligi ST-semingsmaðurin, James LeMoyne, frá, at leiðslan í FARC hevði játtað at taka samráðingarnar við stjórnina uppaftur. Harvið slapst undan, at borgarakríggið brast áaftur.
Í ST verður sagt, at teir útlendsku diplomatarnir høvdu stóran týdning fyri samráðingarnar. Diplomatarnir, sum hjálptu ST í tingingunum, vóru úr Noregi, Svøríki, Sveits, Meksiko, Venesuela og Kuba.
Altjóða eygleiðarar halda, at tað var amerikanska stjórnin, sum fekk Pastrana forseta at velja eina harða kós ímóti teimum vintsrasinnaðu uppreistrarmonnunum. USA hevur sett vinstrasinnaða FARC á listan yvir yvirgangsfelagsskapir og hevur kravt, at kolombiska stjórnin steðgar rúsevnishandlinum hjá felagsskapinum.