Danir vilja gera alt fyri, at føroyingar fáa eitt føroyskt skipaeftirlit 1. januar 2002.
Hetta lovaði danski vinnumálaráðharrin, Ole Stavad, á samráðingarfundi við føroyska landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclassen, í gjár.
Fundurin føroyska landsstýrismannin og danska ráðharran var tann fyrsti samráðingarfundurin eftir nýggju sjálvstýrissamtyktini, sum landsstýrið er farið at arbeiða eftir. Og fundurin gekk av tí allar besta.
? Eg eri væl nøgdur. Fundurin gekk væl, og danir eru sera positivir. Hetta er rætti hátturin at náa málinum um sjálvstýri, segði Jørgen Niclassen við Sosialin á middegi í gjár beint eftir samráðingarfundin.
Ole Stavad og Jørgen Niclassen ásanna báðir, at fleiri trupulleikar eru í at gera skipaeftirlit til føroyskt málsøki. Men hesar trupulleikar eru teir samdir um at loysa so hvørt, sum teir stinga seg upp.
Ein bólkur av embætisfólkum fer nú at leggja lunnar undir føroyska skipaeftirlitið. Og stinga trupulleikar seg upp á vegnum, er danski vinnumálaráðharrin altíð til reiðar at tosa við føroyska landsstýrismannin um at loysa hesar trupulleikar.
? Vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at hava eitt føroyskt skipaeftirlit 1. januar, lovar Jørgen Niclassen.