bilunum eru longu gjørd, men elektroniska menningin ger, at bilarnir fara at blíva smartari og meira framkomnir. Til dømis at ein sensor í bilurin ger, at altíð verður koyrt við tí ferðini, sum stendur á ve [...] Christer Gustavsson sigur, at tann menniskjansligi faktorurin er líka týdningarmikil, sum tað at bilarnir hava alla ta nýggju trygdarútgerðina. Tí er tað sera umráðandi at bilførararnir fáa ta røttu frálæruna [...] bilurin ber seg at undir teimum ymisku umstøðunum, hann kann koma út fyri í ferðsluni. Nógvir bilførarar koyra ov skjótt og ov tætt upp at hvørjum øðrum. Eisini er stórur vandi við at tosa í telefon undir
ungu monnunum, sum eru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina føroyska gentu. Donsk bløð skriva, at dómarin kravdi, at teir ákærdu vóru til staðar, og tí noyddist gentan at vitna í samfullar fimm tímar í sama [...] hevði biðið um at sloppið undan hesum. Sambært danskari pressu eyðmýktu dreingirnir gentuna við teirra óhøviska atburði í rættarsalinum og við at siga, at hon sjálv hevði skyldina av, at teir høvdu havt [...] slapp tó frá at hava beinleiðis eygnasamband við dreingirnar undir rættarfundinum, av tí at teir sótu aftan fyri hana. Fundurin varð annars hildin fyri stongdum hurðum, men tað er greitt, at frágreiðingin
vera við, at amerikanararnir eru í ferð við at fyrireika eitt álop á tað týdningarmesta norðurkoreanska kjarnorkuverkið, Yongbyon, sum sambært norðurkoreansku myndugleikunum verður nýtt til at útvega landinum [...] landinum ta neyðugu elorkuna. Amerikanarar hava avsannað, at teir ætla at leypa á Norðurkorea. Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, hevur kortini sagt, at tað kann gerast ein trupulleiki fyri norðurkoreanar, [...] talsmaður hjá stjórnini í Pyongyang við bretska blaðið The Guardian. - USA sigur, at tað skal avgreiða Irak fyrst, og at vit eru næst í røðini. Men vit hava okkara móttiltøk. Tað eru ikki bara amerikanararnir
heystið. Viðhvørt hendir so tað, at okkurt veðru lamb er, sum ger seg sjálvt upp, og tá soleiðis er, er ringt at stýra náttúruni. Tli hvør vil hava sítt, og einki er at siga til, at tann, sum heldur seg til sum [...] plagdu gomlu røktingarmeninir at halda, lembingar´tið var. Seinnu árini eru teir farnir at sleppa brundunum út upp aftur seinni, enn gjørt varð fyrr. Tí royndir vísa, at tann eina vikan um várið, týðir [...] Lembing Leynar: Tvey lomb vóru at síggja í bønum í Leynum hósdagin, og fríggjamorgunin, tá blaðmaðurin koyrdi framvið, var enn eitt komið. Tað plagdi ikki at vera serliga væl dámt, tá tað lembdi ov tíðliga
nøgdur við, at tað aftaná drúgvar samráðingar er eydnast okkum at undirskriva sáttmála við IZAR. Serliga fegnist eg um, at suðuroyingar nú fáa eina ferju, ið er skræddaraseymað til farleiðina, og at tað ikki [...] verið neyðugt at skarva av projekteraðu ferjuni, sigur Bjarni Djurhiolm. -Við støði í teimum upplýsingum, ið eg havi fingið um skipasmiðjuna í San Fernando, meti eg, at hon er væl før fyri at byggja ferjuna [...] byggispesifiktiónini. Strandfaraskip Landsins fer tó eisini at nýta ta neyðugu orkuna til byggieftirlit í San Fernando til tess at tryggja, at dygdin er í lagi. Strandfaraskip Landsins hevur higartil stýrt
Vålarenga, og eftir at støðan í hálvleikinujm hevði verið 0-0, eydnaðist heimaliðnum í seinna hálvleiki at leggja somikið av trýsti á, at endaliga úrslitið gjørdist ein 2-0 sigur. Sigurin merkti, at Molde framvegis [...] gjørdist fyrsta valið millum stengurnar. Jákup Mikkelsen segði tá, at hjá sær var ikki annað at gera enn at brynja seg við tolið, og líkt er til, at tolið skal vera sera gott. Higartil hevur Eddie Gustafsson nevnliga [...] til at tað hevur gingist so væl hjá Molde, er nýggi svenski málverjin, Eddie Gustafsson. Hann kom til felagið í summarsteðginum, og eftir venjingarleguna í Spania undan kappingini varð gjørt av, at tað
viðtøkunum, og eigur herundir sjálv at taka støðu til um og hvørji vinnupolitisk atlit eiga at takast." Men meira ógreið eru signalini í viðmerkingunum, sum landsstýrið samdist um at senda við svarinum. Í viðm [...] viðmerkingunum verður millum annað sagt, at "politiska leiðslan ikki eigur at blanda seg upp í virksemið hjá Framtaksgrunninum", men lagt verður afturat, at "einskiljing av almennum fyritøkum verða ikki framdar [...] Djurholm, vinnumálaráðharri, nevndini so eitt svar, eftir at málið hevði verið fyri á landsstýrisfundi. Eftirspurdu signalini vóru tó so veik, at tað er ivasamt hvat nevndin í Framtaksgrunninum kann brúka
hava fólkverið noydd at taka til rýmingar undan eldinum. Í gjár varð sagt, at umleið 30.000 fólk eru farin heiman við tí, sum tey fingu pláss fyri í bilinum, og sløkkiliðsmenn siga, at umleið 180 hús eru [...] farin upp í royk. Samstundis verður víst á, at skógareldar gerast alt vanligari í USA, og at eldarnir eru ógvusligari nú enn fyrr, og árið í ár sær út til at gerast tað ringasta nakrantíð. Sambært mynd [...] nógv sum seinastu tíggju árini í meðal. Hetta hevur fingið summar amerikanarar at mæla til at rudda stór skógarøki og at nýta jørðina til landbúnað ístaðin, men hesum hevur eitt nú timburvinnan víst aftur
Tað eru nógvir pengar at tjena og spara við at hava børnini heima og tað slepst undan sjúkradøgunum, ið kosta nógv! Tað sama við at broyta lívs-, kost-, nýtsluvanar og læra seg at liva og virka rætt, bæði [...] Tað er avgerandi neyðugt at fáa endurskoða/dagført løgtingslógir frá sjeytiárunum um 40 tíma arbeiðsviku! Tað er við at stytta arbeiðsviku niður í 35 tímar, at vit fáa skipað familjupolitikkin tíma og [...] kring alt landið! Tað vil siga at vit skulu hava skipað hálvdags arbeiði heima/úti galdandi mánaðar/tímalønt maður/ kona/drongur/genta við børnum! Tað eru nógvir pengar at tjena og spara við skipaðum f
søgdu, at nakrar kvinnur og nøkur børn vóru ó holunum, men at tað var ógreitt, um tey hava samband við bin Laden. Samstundis varð fráboðað, at Taliban-hermenninir í Kandahar vóru farnir undir at lata vápnini [...] seinastu skansarnir hjá Taliban í Afghanistan, og nú hermenninir har hava valt at leggja vápnini, bendir alt á, at kríggið er um at vera av. [...] Hildið varð fyri vist, at yvirgangsleiðarin fjaldi seg í teimum serbygdu holunum við Tora Bora, men tá hermenn hjá Norðursamgonguni tóku holurnar í gjár, var eingin bin Laden at finna. Talsmenn hjá No