Slapp ikki undan teimum ákærdu í rættarsalinum

Rættarmálið um hópneyðtøku ímóti eini ungari gentu heldur fram, men hon sleppur ikki undan at vitna, meðan teir ákærdu eru til staðar

Mánadagin byrjaði rættarfundurin ímóti teimum fimm ungu monnunum, sum eru ákærdir fyri at hava neyðtikið eina føroyska gentu.
Donsk bløð skriva, at dómarin kravdi, at teir ákærdu vóru til staðar, og tí noyddist gentan at vitna í samfullar fimm tímar í sama rúmi, sum teir ákærdu vóru í, hóast hon hevði biðið um at sloppið undan hesum.
Sambært danskari pressu eyðmýktu dreingirnir gentuna við teirra óhøviska atburði í rættarsalinum og við at siga, at hon sjálv hevði skyldina av, at teir høvdu havt kynsligt samband við hana eftir eitt jólaborðhald næstseinastu jól.
Gentan slapp tó frá at hava beinleiðis eygnasamband við dreingirnar undir rættarfundinum, av tí at teir sótu aftan fyri hana.
Fundurin varð annars hildin fyri stongdum hurðum, men tað er greitt, at frágreiðingin hjá dreingjunum er ein heilt onnur enn tann hjá gentuni. Hon hevur kortini sagt tað sama alla tíðina og ongantíð broytt frágreiðing hesar mánaðirnar, kanningin er farin fram. Harafturímóti sampakkar ikki alt, sum dreingirnir hava sagt, við ymiskar vitnisfrágreiðingar.
Rættarfundurin verður tikin upp aftur í morgin, tá nýggj vitni skulu avhoyrast, og væntandi fellur dómur í næstu viku.