Lembing
Leynar:
Tvey lomb vóru at síggja í bønum í Leynum hósdagin, og fríggjamorgunin, tá blaðmaðurin koyrdi framvið, var enn eitt komið.
Tað plagdi ikki at vera serliga væl dámt, tá tað lembdi ov tíðliga. Í fyrsta lagi um mánaðarskiftið komandi plagdu gomlu røktingarmeninir at halda, lembingar´tið var.
Seinnu árini eru teir farnir at sleppa brundunum út upp aftur seinni, enn gjørt varð fyrr. Tí royndir vísa, at tann eina vikan um várið, týðir einki aftur í móti tí, seyðurin fær um heystið.
Viðhvørt hendir so tað, at okkurt veðru lamb er, sum ger seg sjálvt upp, og tá soleiðis er, er ringt at stýra náttúruni. Tli hvør vil hava sítt, og einki er at siga til, at tann, sum heldur seg til sum tann fyrsti, fær sín fulla part.
Kann vera, at einhvør av hesum slagnum, sum hevur gingið uttanum, hevur verið upp á spæl í Leynum í heyst.
Men illa hevði dámt gomlumonnunum teknini, at fyrsta lamboð, teir fingu, skuldi vera svart. Tað merkdti ikki gott ár, vildu teir vera við.