Familjupolitikkurin

Løgmansskrivstovan hevur sent arbeiðsgevarar/fakfeløg upplegg til skipaðan familjupolitikk, sum er til hoyringa rog ein ger viðmerkingar!

 

Tað er avgerandi neyðugt at fáa endurskoða/dagført løgtingslógir frá sjeytiárunum um 40 tíma arbeiðsviku! Tað er við at stytta arbeiðsviku niður í 35 tímar, at vit fáa skipað familjupolitikkin tíma og mánaðarlønt kring alt landið!

Tað vil siga at vit skulu hava skipað hálvdags arbeiði heima/úti galdandi mánaðar/tímalønt maður/ kona/drongur/genta við børnum!

Tað eru nógvir pengar at tjena og spara við skipaðum familjupolitikki úti á arbeiðsmarknaðinum, kring alt landið, sum skjótast! Tað er áður í lesarabrøvum skrivað um 36 tíma arbeiðsviku og í seinastuni skipa arbeiðs-/familju-/frítíðar/privatlívið! Tað kunna øll sleppa undan dagligum stressi/fylgisjúkum, ið rakar alla familjuna, kring alt landið, hugsi um tað!

Tað eru nógvir pengar at tjena og spara við at hava børnini heima og tað slepst undan sjúkradøgunum, ið kosta nógv! Tað sama við at broyta lívs-, kost-, nýtsluvanar og læra seg at liva og virka rætt, bæði heima og úti í arbeiðslívi v.m.! Tað er tá øll kunnu koma at njóta arbeiðs-, familju-, frítíðar-, privatlív, tað krevur neyðugar fyrireikingar! Hvat siga tit lesarar til at fáa skipaðan familjupolitikk!