Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm er framvegis ósigrað aftaná 10 tey fyrstu umførini í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Tíðliga seinnapartin tók AIK í toppdysti og grannauppgerð móti lokala arvafíggindanum, Hammarby á heimavølli. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Hammarby, ið hevði eina lítla favorittstøðu hevði bóltin meira, men AIK kom til fleiri royndir á málið.
Ósigraða AIK er fremst í deildini við 22 stigum fyri 10 dystir. Hammarby hevur 21 stig, somuleiðis fyri 10 dystir. Mjällby hevur 20 stig, og Elfsborg hevur 19 stig, bæði fyri níggju dystir. Verandi meistarar, Malmö FF hava 15 stig.
Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur AIK dyst á útivølli móti Malmö FF.