Umsíðir var Danmark á máltalvuni í Eurovision-finaluni takkað verið Sissal.
Í hálvfinaluni hósdagin eydnaðist tað henni at tryggja Danmark eitt finalupláss við sanginum ‘Hallucination’, sum endaði á einum 23. plássi í finaluni í gjárkvøldið.
Og nú hava fyrireikararnir av Eurovision avdúkað atkvøðutølini til hálvfinaluna.
Her endaðu Sissal og Danmark á áttanda plássi við 61 stigum. Tað var 20 stig meira enn 11. plássið, sum var markið - og tí kom Danmark trygt víðari.
Hægstu stigini komu úr Finnlandi, sum gav átta stig.
Tey atkvøddu fyri Danmark.
Danmark fekk hesi stig í hálvfinaluni hósdagin:
- 8 stig frá Finnlandi .
- 6 stig frá Avstralia og Bretlandi .
- 5 stig frá Kekkia og Írlandi .
- 4 stig frá Týsklandi, Malta, Litava og 'Restin av heiminum'.
- 3 stig frá Armenia, Eysturríki og Fraklandi
- 2 stig Lettland og Montenegro .
- 1 stig frá Ísrael og Luksemborg
- 0 stig frá Georgia, Grikkaland og Serbai
Tilsamans 61 stig.
Ísrael fekk toppstig í hálvfinaluni
Meðan úrslitið í finaluni - sum Eysturríki vann - varð avgjørt við bæði áskoðara- og dómsnevndaratkvøðum, so vóru tað einans hyggjararnir, sum høvdu valdið í hálvfinaluni.
Í hálvfinaluni hósdagin valdu danskir áskoðarar at geva 12 stig til Ísrael, sum eisini vann hálvfinaluna.
Vinnarin av fyrru hálvfinaluni var Ukraina.
Favorittar sliginir við málstrikuna
Eurovision í ár hevur verið full av yvirraskilsum.
Lond sum Belgia, Kýpros, Avstralia og Kekkia, sum nógv spáddu fóru at koma í finaluna, vórðu sligin út í hálvfinaluni.
Nú vísa atkvøðutølini, at finalan var tøtt hjá fleiri av teimum londunum.
Belgia kom á 14. pláss í fyrru hálvfinaluni, meðan Kýpros kom á 11. pláss og júst vóru um at koma víðari í finaluna.
Í seinnu hálvfinaluni endaði Avstralia nummar 11 og Kekkia nummar 12.
Soleiðis atkvøddu danskir hyggjarar í hálvfinaluni:
- 12 stig: Ísrael
- 10 stig: Finnland .
- 8 stig: Lettland .
- 7 stig: Eysturríki
- 6 stig: Litava .
- 5 stig: Luksemborg .
- 4 stig: Grikkaland
- 3 stig: Avstralia
- 2 stig: Írland
- 1 stig: Malta