Tey størstu framstigini innan menning av aktivu og passivu trygdini í nýggju bilunum eru longu gjørd, men elektroniska menningin ger, at bilarnir fara at blíva smartari og meira framkomnir. Til dømis at ein sensor í bilurin ger, at altíð verður koyrt við tí ferðini, sum stendur á vegskeltunum. Hendan skipan verður eisini royndarkoyrd hjá Saab í Trollhättan. Christer Gustavsson sigur, at tann menniskjansligi faktorurin er líka týdningarmikil, sum tað at bilarnir hava alla ta nýggju trygdarútgerðina. Tí er tað sera umráðandi at bilførararnir fáa ta røttu frálæruna. Bilførarin skal vita, hvussu bilurin ber seg at undir teimum ymisku umstøðunum, hann kann koma út fyri í ferðsluni. Nógvir bilførarar koyra ov skjótt og ov tætt upp at hvørjum øðrum. Eisini er stórur vandi við at tosa í telefon undir koyring. Tá ein bilførari tosar í telefon, hugsar hann um nakað heilt annað, og verður hann tá vandamikil í ferðsluni. Tað sum hann tosar um í telefonini upptekur hann meira enn tað at fylgja við í tí sum gongur fyri seg í ferðsluni, har sum bilurin koyrir.
Kelda: Motor Magasinet