Døpur útlit hjá Jákupi

Eddie Gustafsson hevur higartil verið stinnasti málverjin í tippeliguni, og er ein týðandi orsøk til góðu støðuna hjá Molde

Noreg

Tað gongur strúkandi hjá Molde í bestu norsku deildini. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Vålarenga, og eftir at støðan í hálvleikinujm hevði verið 0-0, eydnaðist heimaliðnum í seinna hálvleiki at leggja somikið av trýsti á, at endaliga úrslitið gjørdist ein 2-0 sigur.
Sigurin merkti, at Molde framvegis hevur eitt gott tak í norska fótbóltsoddinum, har tað í løtuni bert er Lynd, sum stendur seg betri.
Ein av orsøkunum til at tað hevur gingist so væl hjá Molde, er nýggi svenski málverjin, Eddie Gustafsson. Hann kom til felagið í summarsteðginum, og eftir venjingarleguna í Spania undan kappingini varð gjørt av, at tað skuldi verða hann, sum gjørdist fyrsta valið millum stengurnar.
Jákup Mikkelsen segði tá, at hjá sær var ikki annað at gera enn at brynja seg við tolið, og líkt er til, at tolið skal vera sera gott.
Higartil hevur Eddie Gustafsson nevnliga verið stinnasti málverjin í norsku deildini, og so leingi hetta stendur við, er neyvan nøkur orsøk hjá venjaranum at gera nakað skifti á plássinum.