Myndugleikarnir í amerikanska statinum Arizona siga nú, at skógareldurin, sum hevur herjað statin seinastu dagarnar, er vorðin tann størsti, sum menn vita um at siga.
Sambært myndugleikunum eru 130.000 hektarar av skógi farnir upp í royk, og nógvastaðni hava fólkverið noydd at taka til rýmingar undan eldinum. Í gjár varð sagt, at umleið 30.000 fólk eru farin heiman við tí, sum tey fingu pláss fyri í bilinum, og sløkkiliðsmenn siga, at umleið 180 hús eru oyðiløgd í eldinum. Í statinum Colorado er eisini skógareldur, og har eru 115 hús farin upp í royk.
Samstundis verður víst á, at skógareldar gerast alt vanligari í USA, og at eldarnir eru ógvusligari nú enn fyrr, og árið í ár sær út til at gerast tað ringasta nakrantíð. Sambært myndugleikunum eru 930.000 hektarar av skógi brendir higartil í ár, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum seinastu tíggju árini í meðal.
Hetta hevur fingið summar amerikanarar at mæla til at rudda stór skógarøki og at nýta jørðina til landbúnað ístaðin, men hesum hevur eitt nú timburvinnan víst aftur.