Heldur ikki verður tað á vøllinum, at gamli toppskjúttin verður at síggja, men hann gav tó eina ávaring til komandi mótstøðuliðið, NSÍ. - Nú eru vit tryggjaðir, so eg haldi eg farið á vøllin sjálvur næsta [...] Tað eru einsljóðandi orð, sum eru at hoyra frá teimum av stóru monnunum hjá EB/Streymi. Jákup Martin Joensen man vera leikarin, sum hevur feskastu royndirnar frá bestu deildini, har hann í 1998 var ein [...] partur av B36 liðnum, sum tá vann bronsu. Kendastur av øllum man tó vera venjarin, Bergur Magnussen. Á oyggjaleikunum í 1989 bumbaði hann alla mótstøðu sundur og saman, og í árunum kring hetta skeyt hann
Fíggjarligu krøvini til hondbólsfeløgini eru ómetaliga stór, og tí hava sponsorarnir sera stóran týdning, sigur Ansy Høghamar, nevndarlimur í hondbóltsfelagnum Kyndil. Vit eru í tí hepnu støðu, at Føroya Banki [...] Í Kyndil eru tey í teirri hepnu støðu, at tey hava frálíka góðar og royndar venjarar til øll dreingjaliðini, Menn sum Jónleif Sólsker, Kári Nielsen, Petur Martin Johansen og Hanus Joensen eru allir royndir [...] eisini aftur á úrslitunum hjá Kyndil, sigur Ansy Høghamar. Nevndin í Kyndil er, sum vera man, ógvuliga errin av góðu úrslitunum, og somuleiðis siga tey, at við so nógvum góðum leikarum á veg upp gjøgnum
tvífaldað longu árið eftir, at fyrstu aldu toskarnir eru sendir á marknaðin. Ein kanning vísir, at bæði norskir, svenskir og bretskir brúkarar eru positivir mótvegis aldum toski, men teir vilja treyðugt [...] Bretlandi. Brúkarar positivir Í Bretlandi hava tey nú einar 4-5 smoltstøðir til tosk og tvey alibrúk. Mett verður, at fyrstu toskarnir verða sendir á marknaðin í 2005-2006. Helst verður talan bara um eini [...] toskurin er hóttur. Hetta merkir, at tørvur eisini verður á aldum fiski. Bretskur fiskakeypari sigur, at teir, sum ala og selja tosk, eiga at leggja dent á trygga leveransu, feskleika og góðan fisk. - Tá fara
spældi móti eykaliðnum hjá Blackburn Rovers, og høgrumegin á miðjuni á liðnum hjá Liverpool var Jákup á Borg. Og tað var ikki hvør sum helst, hann var á liði saman við. Robbie Fowler, Stig Inge Bjørnebye, Bjørn [...] veruligum dysti. Tú hevur sæð teir í sjónvarpinum, og nú hevur tú so eisini spælt á sama liði sum teir, sigur Jákup á Borg úr Liverpool. Jákup spældi høgrumegin á miðjuni. Í Føroyum er hann kendur fyri at spæla [...] afturat, at Bjørnebye og McAteer ikki tyktust at vera í so góðum lag, tí teir eru fluttir niður á eykaliðið. Tá vit tosaðu við Jákup á Borg í gjár, hevði hann enn ikki hitt Roy Evans, sum er manager í Liverpool
búskaparvøksturin. Tí standa vit fyri stórum avbjóðingum á hesum øki, um hvussu vit framhaldandi kunnu tryggja fíggjarliga grundarlagið undir einum góðum heilsuverki, sum í dygd er á sama støði sum í okkara [...] hesum førinum eiga vit tó at hugsa okkum væl um, hvat vit skulu gera við trupulleikan. Øðrumegin ber jú ikki til at siga: okey, hatta er altso bara tað sum tað kostar, og so koyra vit bara víðari út frá [...] sum bara at siga, at vit góðtaka ikki meirútreiðslur, og so trongja karmin uttan atlit fyri veruliga kostnaðinum. Tann stóra avbjóðingin er, hvussu vit kunnu klára at hava tamarhald á útreiðslunum OG samstundis
sum hevur tørv á Heilsuverkinum og á Almannaverkinum, um tað ikki eru familjurnar og vanligi borgarin? Meðan sitandi samgonga hevur havt leiðsluna, er tað almanna starvsøkið pínt niður á botn og er skorið [...] Tað ljóðar, sum um tað eru jól, og landsstýrisfólk hava sent ynskilistar til fíggjarmálaráðharran. Landsstýrisfólkini, sum eru fólkini hjá sitandi samgongu, verða niðurgjørd á ein hátt, sum eg ikki hevði [...] ta hjálp, teimum tørvar. Viðgerðir í Heilsuverkinum eru tengdar at longum bíðilistum, og tað sýnist, sum bæði læknar og heilsustarvsfólk eru koyrd út á eina egg og fáa ikki toygt seg longur. Alt verður gjørt
men onki skip. Er tað so, so eru vit langt úti á eggini. Men okkum nýtist ikki at lata fólkafloksfólk koyra okkum útav, eins og í gomlum døgum. Væl vita vit, at tað eru kriminellar gerðir, ið framdar [...] er mánaðarlønir, sum svara til árslønir hjá øðrum. Og teirra vinningsbýti eru á svimlandi og óskiljandi støði. Fólksins ognir eru stolnar og verða veðsettar fyri milliónaupphæddir. Hvat mundu fólkafloksmenninir [...] sum tað er. Og nú ætla teir at lata fólkafloksmonnum landsjørðina og alt tað, ið svimur í havinum. Eydnast tað teimum, so hava teir megnað at skrúa tíðina aftur við umleið 200 árum, og vit gerast aftur húskallar
Nú er skrivstovugølan í Tinganesi endað á løgfrøðiligum stigi, men tað verða vit ikki stórt klókari av, tí teir eru líka ósamdir sum høvuðspersónarnir sjálvir Ósemjan um tiltiknu skrivstovuna í Tinganesi [...] viðlíkahald og umbyggingar av øllum ognum í Tinganesi eru avsettar á konto á fíggjarlógini undir løgmansskrivstovuni. Húsavørðurin er starvssettur á løgmansskrivstovuni og varðir av øllum ognunum í Tinganesi [...] viðkomandi ikki ganga áheitanini á møti, má embætismaðurin á løgmanskrivstovuni venda aftur til sítt bakland, t.v.s. løgmann og greiða frá, at ynski hansara ikki verður gingið á møti. Løgmaður hevur tá sínar
trongligt á rókunum, at tað fær valla siti meira. Og tað hevur verið so nógvur fuglur á sjónum, onkara dagar, sum eg ongantí áður havi sæð. Minnist serliga, at vit taldu ivir 80 hellifuglar inni á Stillinum [...] “flýgur” ikki longur. Um tú sat á tongunum, tað veri seg á Drangfótinum, Altarinum ella á eystara Rivtanga, hugsi eg at man var hvassur. Fyrr var tað so, at lomvigan fleyg hægri út á summarið. Og Jacob Martin [...] Eg skal vátta, at tveir menn komu umborð til okkum tann 13.juli, sum vit ikki kendu. Vit vóru eitt sindur illa við – ivaðust í, um tað vóru ivirgangsmenn – teir hugdu niður og tosaðu ikki við fólk – og
Vit kunnu í dag avdúka fýra nøvn afturat, sum koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni í ár. Tað skrivar festivalurin til miðlarnar í dag [...] dag. Tey nøvnini, sum nú koma afturat eru: Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson og Blátt Gras. Rannvá Vesturklett saman við orkestri leggja seg eftir, at spæla góðan kendan dansitónleik við lív [...] spæla javnan til dans og størri tiltøk. Væntandi verður gongd sett á fløguútgávu seinni í summar ella í heyst, ætlanin er, at alt tilfarið er á føroyskum. Sámal Ravnsfjall kenna tey flestu, hann er ein av virknastu