Fýra nøvn afturat til festivalin í Sørvági

– Vit kunnu í dag avdúka fýra nøvn afturat, sum koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni í ár.

 

Tað skrivar festivalurin til miðlarnar í dag.

 

Tey nøvnini, sum nú koma afturat eru: Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson og Blátt Gras.

 

Rannvá Vesturklett saman við orkestri leggja seg eftir, at spæla góðan kendan dansitónleik við lív í, fyri at skapa góðan stemning. Tey spæla javnan til dans og størri tiltøk. Væntandi verður gongd sett á fløguútgávu seinni í summar ella í heyst, ætlanin er, at alt tilfarið er á føroyskum.

 

Sámal Ravnsfjall kenna tey flestu, hann er ein av virknastu tónleikarunum, hann framførur javnan bæði sum einstaklingur og saman við orkestri. Hvør kennir ikki sangirnar um 1001 nátt, Medistari í Karry og Undir trappuni hjá Lenu. Fáur ella eingin kann framføra blues á sama ráða og sannførandi hátt sum Sámal við kassaguitaranum og munnharpuni.

 

Jackson er dansk/føroyskur bólkur heimahoyrandi í Esbjerg, hetta er ein relativt ungur bólkur, einans hálvtannað ár bakið, men síðani teir byrjaðu, hava teir havt úr at gera. Eiler Østerø og Rúni Heinesen hava spælt saman við Halli Joensen í nógv ár, Ole Jednoral, sum er einasti dani í bólkinum, hevur spælt trummur í nógv ár við fleiri bólkum í Danmark. Jógvan Jacobsen hevur mestsum bara spælt sum trubadour men tá Jackson ringdi og lokkaði við country, so var ringt at siga nei :-) Jackson hava eitt stórt repertoire av bæði gomlum klassikarum og heilt nýggjum country tónleiki, men eru seinastu tíðina byrjaðir at skriva egnar sangir.

 

Bólkurin »Blátt Gras« byrjaði fyri einum góðum árið síðani. Navnið Blátt Gras kemur frá tónleika-sjangruni, blue grass. Hetta er eisini tað, sum sermerkir bólkin. Hetta er tann einast bólkurin í Føroyum, sum spælir hetta slag av tónleiki.

 

Blátt Gras hevur skrivað og smíða øll løgini, sum teir framføra. Innihaldi í tekstunum er tikið úr gerandisdegnum. Tekstirnir eru millum annað um at liva lívið í við- og mótgongd, um árstíðirnar, um Guð og um kærleika.

 

Manningin í Blátt Gras er øll úr Vágum, teir eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terji Johannesen, Gunnar Steintún og Richard H. Johansen.

 

Higartil eru átta nøvn kunngjørd, afturat teimum fýra kunngjørdu í dag eru, Eve Selis, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen og Uni Debess. Væntandi verða fleiri nøvn kunngjørd seinast í mars mánaði.