Toskaaling
Herfyri skrivaðu vit, at eitt felag í Noregi, Villa Cod Farm, sum fæst við toskaaling, hevði fingið í miðal 43 norskar krónur fyri kilo av aldum toski. Hetta vóru 12 tons av avhøvdaðum og ísaðum fiski, sum fór til keyparar í Fraklandi.
Sum skilst í Noregi, eru stórar vónir til toskaalingina. Gongst, sum ætlað, fara norðmenn helst at selja eini 100.000 tons av aldum toski um árið um eini tíggju ár. Tað er líka nógv, sum øll botnfiskaveiðan undir Føroyum í eitt heilt ár!
Í Bretlandi, har tey so smátt eisini eru farin undir at ala tosk, vænta tey, at stórur marknaður er fyri alda toskinum. Ivi er tó um prísin ? og hvussu væl tað í framtíðini fer at loysa seg at ala tosk.
Norðmenn fegnast um góðu søluútlitini fyri aldum toski í Bretlandi.
Brúkarar positivir
Í Bretlandi hava tey nú einar 4-5 smoltstøðir til tosk og tvey alibrúk. Mett verður, at fyrstu toskarnir verða sendir á marknaðin í 2005-2006. Helst verður talan bara um eini 400 tons av aldum fiski tað fyrsta árið, men bretar vænta, at talið verður tvífaldað longu árið eftir, at fyrstu aldu toskarnir eru sendir á marknaðin.
Ein kanning vísir, at bæði norskir, svenskir og bretskir brúkarar eru positivir mótvegis aldum toski, men teir vilja treyðugt gjalda líka nógv fyri henda fiskin sum fyri tann villa.
Minsti prísurin fyri villan, avhøvdaðan tosk hjá norska ráfiskafelagnum er í løtuni 15 norskar krónur fyri kg.
Hevði hesin fiskurin verið aldur, hevði kiloprísurin bara rokkið til kostnaðin av smolti, fóðuri og arbeiðslønir.
Feskleiki og dygd
Bretar ugga tó norðmenn við at siga, at ymisku handilsketurnar í Bretlandi eisini geva ymiskar prísir fyri vøruna. Í Marks & Spenser kostar eitt kilo av toski 13 pund, meðan prísurin er eini trý pund lægri, har fiskurin er bíligast.
- Tí er tað týdningarmikið, hvønn marknað tú vendir tær til. Toskurin er fyri almenningin, og villi toskurin er hóttur. Hetta merkir, at tørvur eisini verður á aldum fiski.
Bretskur fiskakeypari sigur, at teir, sum ala og selja tosk, eiga at leggja dent á trygga leveransu, feskleika og góðan fisk.
- Tá fara keypararnir at síggja, hvussu týdningarmikil hesin fiskur er, sigur bretskur fiskakeypari.