Gevið fólkaflokkinum fingurin og fótin

»Back too the future« - »Aftureftir til framtíðina« er kós Fólkafloksins.

Aftur til ognar- og arbeiðsviðurskiftini í teimum góðu gomlu døgunum, tá rættir fólkafloksmenn áttu alt, ið vert var at eiga: Jørðina, atgongdina til sjógvin, arbeiðsmegina og háls- og hondsrætt yvir øllum livandi. Fuglin kundi fólkið ikki taka, tí bjørgini áttu fólkafloksmenninir, kasta nót kundu teir ikki, tí strondina áttu teir somu, út at rógva sluppu teir ikki, tí prestar og fólkafloksmenninir áttu bátarnar, og húskallarnir høvdu skyldu til at manna nevndu bátar. Við ongari jørð kundu húskallarnir ongan seyð hava, og uttan føði kundu tey ognarleysu ikki giftast og/ella fáa børn. Bert yvirliva sum húskallar í tænastu hjá harrafólkunum. Henda tíðin er hevjað til skíggja av tí illa gitna stavnamanninum í Dagblaðnum, sum ein og hvør kann vissa seg um við at lesa gomul Dagbløð á Landsbókasavninum. Men hevði tað bara verið tað. Teir hava ongantíð gingið inn fyri demokratii í Føroyum. Teir hava hildið og halda seg til eina klanskipan, har politisk, religiøs og familjumessig sambond telja fram um sakligar kvalifikatiónir bæði í almennum privatum høpi. Í privatum høpi kunnu vit einki broyta (men leggja oss tað betri í minni) men í almennum høpi eigur broyting gjøgnum alment innlit at verða framd, so at klansetanir og tillutingar verða steðgaðar, og soleiðis at øll fáa somu møguleikar. Fólkafloksins skattaskipan eigur eisiniat fáa eitt skot fyri bógvin. Hvat líkist tað, at nøkur - við høgum inntøkum - sleppa undan at gjalda skatt, onnur sleppa sjálv at avgera, hvussu nógv tey skulu gjalda, meðan tey síðstu gjalda fullan skatt av fullari inntøku. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so krevja og fáa tey, ið sleppa undan skatti - av annars sera høgum inntøkum - mest úr landskassanum, meðan tey, ið gjalda mest - av lágum almennum lønum - fáa minst úr sama kassa. Og hetta hevur verið kent í mong ár. Tí tá stuðul til lesandi av fyrstan tíð var útgoldin sást beinanvegin, at børnini hjá teimum vælhavandi privatu stóðu í fremstu røð og fingu størstu upphæddir, tí for eldrini bert guldu hundaskatt. Tá ónøgdin gjørdust nóg stór, og órætturin varð eyðsýndur, fingu fólkafloksmenn forðað fyri eini loysn, har breiðastu herðar skuldu bera tyngstu byrðar, og fingu lirkað uppskot um, at øll skuldu fáa tað sama. Tað sær gott út, men verunleikin er tann, at skulu øll fáa líka, so merkir tað, at øll skulu fáa ólíka, tí tey eru ólíka: Tann, ið nýtist mest eigur at fáa mest, meðan honum, ið nýtist minst eigur at fáa minst. Men ein fyritreyt fyri, at rætt verður stuðlað, hevur verið og er, at TAKS hevur eitt effektivt eftirlit, men eitt tílíkt hevur Fólkaflokkurin altíð forað fyri. Og tí er skilið, sum tað er.
Og nú ætla teir at lata fólkafloksmonnum landsjørðina og alt tað, ið svimur í havinum. Eydnast tað teimum, so hava teir megnað at skrúa tíðina aftur við umleið 200 árum, og vit gerast aftur húskallar í fólkafloksparadísinum bert á einum hægri fíggjarligum støði. Annars síggja teir helst bíligar útlendskar húskallar í vinnuni, meðan tey við innføðingarrættinum antin mugu niður í løn ella flyta av landinum. Nógvir fólkafloksmenn hava longu sum er mánaðarlønir, sum svara til árslønir hjá øðrum. Og teirra vinningsbýti eru á svimlandi og óskiljandi støði.
Fólksins ognir eru stolnar og verða veðsettar fyri milliónaupphæddir. Hvat mundu fólkafloksmenninir sagt, um onkur av okkum veðsetti hús teirra fyri milliónaupphæddir. Strámenn hava eisini gjørt entré í fiskivinnuni og spæla matador við okkara ognum, og tað sigst, at ein klaksvíkingur eigur trý fiskiloyviloyvi, men onki skip. Er tað so, so eru vit langt úti á eggini. Men okkum nýtist ikki at lata fólkafloksfólk koyra okkum útav, eins og í gomlum døgum. Væl vita vit, at tað eru kriminellar gerðir, ið framdar verða BÆÐI SO OG SO, og tí er einasta gongda leiðin at seta teimum stólum fyri durum - jú fyrr - jú betur, tí minni verður skaðin, sum longu er stórur nokk Men ein avgerandi fyritreyt er, at allar hinir flokkarnir á tingi útskriva val at seta Hin føroyska Fólkaflokkin, og øll tey, ið fremja fólkafloksgerðir, uttan fyri alla politiska ávirkan komandi 10 árini, meðan teir stovnseta:

eitt grundleggjandi demokrati (einki klanvirksemi) rættvís ognarviðurskifti í vinnuni (fólksins ognir)

rættvís skattaviðurskifti við effektivum eftirliti

javnrættindi

arbeiði til allar hendur

eitt gott samfelag fyri øll

eitt gott, rættvíst og sjálvberandi demokratiskt Føroyar

Fólkaflokkurin og teirra viðspælarar kunnu so brúka tíðina upp á at loysa tey fólkapolitisketisku málini um at fáa sær ein lítlan - (prosentir og sløg) og/ella fáa sær eitt lítið: frá hvørjum? við ella uttan hít? aftan- ella frammanífrá? Soleiðis kunnu teir fáa tíð til at loysa hesar til allar tíðir grundleggjandi spurningar. Teir kunnu kanska taka støði í Nóa og døtrunum ella Dávid og Batseba, har er nokk at taka av. Skaðin gerst harvið minimalur fyri okkum, ið elska landið og ynskja at liva her sum javnsettir føroyingar í Føroyum.
Annars verður ynskt øllum lesarunum eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.