Tíðliga í kvøld var ein dystur leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Í høllini við Streymin tók EB móti H71. Heili 76 mál vóru skotin í dystinum. H71 vann stórsigur 47-29 á EB. Í steðginum var H71 á odda 27-13.
Tanja Kristiansen og Nadja Pejovic vóru við níggju málum hvør toppskjúttar hjá EB. Toppskjútti hjá H71 við 10 málum var Karin Egholm.
VÍF og H71 hava seks stig hvør, og hava vunnið seg í hálvfinalurnar úr bólki 2. Stjørnan og EB hava tvey stig hvør, og Tjaldur er aftast við ongum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og H71:
##med2##












