Eg skal vátta, at tveir menn komu umborð til okkum tann 13.juli, sum vit ikki kendu. Vit vóru eitt sindur illa við – ivaðust í, um tað vóru ivirgangsmenn – teir hugdu niður og tosaðu ikki við fólk – og allar minst við meg. Tað skuldi vísa seg seinri, at annar av hesum var Jens-Kjeld úr Nólsoy. Tað sást týðuliga, at Jens-Kjeld hevði tikið eina støðu í lomvigaspurninginum upp á forhond. So tað burdi ikki veri neyðugt at komið við okkum hendan túrin. Men hesir dómadagsprofetarnir marknaðarføra seg sjálvan við at lata so illa at, sum gjørligt og tann, sum er mest negativur; hann er kattakongur. Ístaðin fyri at siga tingini, júst soleiðis sum tey eru.
Hendan dagin Jens-Kjeld var við okkum, var lítið av fugli at, eingin hellifuglur og mestsum einki á sjónum. Tað skal eg geva Jens-Kjeld rætt í. Men at geniralisera hettar at galda fyri alt summarið, íð farið er, er burtur úr vón og viti. Tí tað var júst hettar, sum var “musikkurin” í hansara grein í dimmu. Og roynt var at gera Danial Lydersen til lygnara ella í besta føri til ein óseriøsan mann, man ikki skuldi lurta eftir.
Grundin til at Jens-Kjeld kemur við Alpha Pilot er tann, at eg havi dittað mær til at svara spurningum frá einum útvarpsmanni 11.juli har eg segði millum annað fylgjandi: “At tað hevur verið so trongligt á rókunum, at tað fær neyvan sitið meira”. Her meinti eg við, at hettar var galdandi teir behagiligu dagarnir í summar, sum ikki hava verið nógvur av og tá eg her tosi um lomvigarøkur so er tað vituliga tær røkurnar har lomvigi er eftir (og ikki um allar tær tómu røkurnar har úti).
Nú minnist eg ikki, um júst hettar framgekk nóg týðuliga í sendingini?
Alt annað líka so fær hettar Jens-Kjeld upp við rassinum. Nei hasin viðingurin skal niður við nakkanum. (Tað skal týsdags-dimma, sum kemur í hvørt hús nokk ordna). Hann skal ikki koma og oyðileggja spælið hjá okkum dómadagsprofetum, og so allar minst hjá vísmanninum úr Nólsoy, Harra Jens-Kjeld.
Nei, Jens-Kjeld, hendan her “jeg alene vide” probaganda hjá tær skal ikki standa ósvarað. Tú kanst útala teg um títt øki, men lat hinar um sítt.
Vísmaðurin úr Nólsoy sigur við Dimmalætting eisini, at eingin lomviga sat á sjónum undir Viðoynni 13.juli. Hann veit kanska ikki, at hettar var tíðin, tá viðingar góðust við at royna við snerru, tí eingin lomviga var eftir á sjónum hálvan juli.
Jens-Kjeld kemur ofta við úttalilsum, hvar ein bjargamaður bert ristir við høvdinum. Eg kann endurtaka tað einaferð afturat: Tað hevur verið so nógv lomviga úti undir oynni hjá viðingum í ár, at tú skal nøkur ár aftur fyrir at røkka tí sama. Tað hevur verið nógvur hellifuglur og almikið hevur sitið á sjónum einsvæl og tætt hevur sitið á rókunum. Hettar er galdandi fyri teir “behagiligu” dagarnir, sum ikki hava verið mangir í summar. Eg skal her viðmerkja, at viðingar brúka orðafellið “behagiligt” tá væl veit við, bæði við ætt og sýni og tessvegna nógvur fuglur er at.
Grundlógardagin var ein 80-ára gamal bjargamaður av Viðareiði við okkum. Honum dámdi væl støðuna við lomviganum í ár. (Her samanlíkna vit sjálvsagt ikki við hvat var fyri 50 árum síðan). Og eg fari ikki at góðtaka, at Jens-Kjeld hevur betri metingarevnir enn hesin gamli viðingurin.
Eftir grundlógardagin var enntá nógv, nógv meiri fuglur. (Her skal eg eisini viðmerkja, at tá viðingar siga “fuglur” so meina teir við lomvigan.
Lundi er ikki “fuglur” tá tosað verður upp á henda mátan. Meina teir lunda, so siga teir lunda).
Áðrenn eg sleppi Jens-Kjeld, fyri kemur tað mær løgi, at alt hettar negativa tosi um Enniberg, Alpha Pilot, og Danial Lydersen, kemur í kjalavørrinum av, at lomvigin var horvin í Vestmannabjørgunum og ein heil tourist-atraktión er mestsum farin fyri bakka.?Spurningurin er so: Var Jens-Kjeld “sendur” av nøkrum????
Onkur, sum lesur hesar reglur ivast kanska í um Danial Lydersen er rættur maður at úttala seg um fuglin undir oynni. Helst er nógvir, sum eru betri til hettar enn eg.
Eg byrjaði við at koma út undir oynna í 1950-árunum. Í 1956 og 1957 royndi eg við snerru, saman við øðrum, har úti og havi verið ein túr (onkuntíð fleiri) hvørt summar Undir oynni. En havi sitið og eygleitt røkurnar og siti undir hvat teir gomlu bjargamennirnir søgdu frá um fuglin einsvæl og øll staðarnøvnini har úti, soleiðis at eitt sindur má eg duga at meta um lomvigan.
Rætt skal verða rætt, at tað er nógv minni lomvigi til undir Viðoynni nú enn tað var fyri 50-árum síðan. Síggi at Dímunarbóndi sigur at lomvigan er minkað niður í 10% í Dímun, í hansara tíð. So illa haldi eg ikki tað stendur til á Viðareiði, um eg brúki tey seinastu 50 árini at meta meg eftir. Men, at hon er nógv minni, ja, tað er rætt.
Í ár havi eg valt at meta meg eftir hvat ið var seinast ár, við tað, at eg var mestsum hvønn dag har úti. Verður heilsan, so verður metingin komandi ár grundað á hvat var í ár og í fjør. Og soleiðis kemur tað at ganga, - um væl veit við. Eg havi valt ikki at taka árini við framman fyri árið 2006, av teirri einfaldu orsøk, at eg havi verið so fáar túrar har úti í hesum tíðarskeiði, - men á hvørjum ári ein ella fleiri túrar, kortiltí.
Tað er so ymist, sum fuglur er at. Ert tú har úti tá einki er at, ja, so kan man ikki skera alt ivir ein kamb og siga at fuglurin er rýmdur.
Teir góðu dagarnir í ár hevur verið so trongligt á rókunum, at tað fær valla siti meira.
Og tað hevur verið so nógvur fuglur á sjónum, onkara dagar, sum eg ongantí áður havi sæð. Minnist serliga, at vit taldu ivir 80 hellifuglar inni á Stillinum í Drangi og sama dag sótu umleið 40 fuglar undir Salsarnum í Settorvu og mestsum tað sama inni við Holið. Hettar er nógv hjá viðingum. Men fuglurin uppførir seg ikki sum fyrr.
Undir Hásetrinum í Torvu hevur sitið lítið – at kalla einki. Og lomvigan “flýgur” ikki longur. Um tú sat á tongunum, tað veri seg á Drangfótinum, Altarinum ella á eystara Rivtanga, hugsi eg at man var hvassur.
Fyrr var tað so, at lomvigan fleyg hægri út á summarið. Og Jacob Martin Jacobsen komu upp í 500 Uppi undir Riv. Slíkt er púra aldeilis óhugsandi í dag.
Í skrivandi løtu er nógv minka av lomvigi í Dranginum, Tað kan Bergur Olsen eisini vátta. Hann var við okkum ígjár. Tá vit komu inn um Máttagronina (t.e. Høddarøðin) og hugdu ivir á Drang, sótu allar og vendi baki út eftir. So tað kundi títt uppá, at tær høvdu pisu innanfyri. Men tað er eisini eitt sindur ringt at síggja (eisini fyri Jens-Kjeld), tí røkurnar eru so mikið breiðar, at illa sæst uppá tær frá báti. Á innara- einsvæl og uttara Píningi var mestsum alt fari. Lítið og einki var eftir í Rókini í Drangsundinum, sum er besta rókin í Drangi; men hon er so breið og liggur so mikið høgt uppi at her ber illa til at meta um frá báti. Upp í Stóra Skort sæst alt ikki.
Men niður gjøgnum Eyguni sat heilt fitt enn. Og í Hetteyganum sat beinleiðis nógv.
Eg fari at enda her. Men fari líka at viðmerkja til seinast, at eg havi ikki verið einsamallur við Alpha Pilot har úti. Tað er ein maskinmeistari við eisini. Og so øll tey nógvu føroysku ferðafólkini. Hesi hava eisini sæð okkurt!!
Á Viðareiði hin: 18.juli 2007