at síggja og hoyra, hvat rørist á økinum og hitta fólk og fáa knýtt sambond, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen. Meinhard Jacobsen leggur tó dent á, at hevði hann ikki væntað at fingið [...] fólk eru um dagarnar á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hetta eru granskarar, sum luttaka á ráðstevnu hjá WEFTA, sum er vestureuropeiskur granskingarfelagsskapur. Ásmundur Guðjónsson á Heilsufrøðiligur S [...] luttakararnir eru vanliga fólk frá fiskiídnaðinum á landi. Men onkur annar er tó við. Eitt nú hitti Sosialurin Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni, á ráðstevnuni. Hann metir hetta vera eitt sjáldsamt
felagnum. Síðani Tottenham, sum tað fyrsta felagið, fór á partabrævamarknaðin síðst í 80¹unum, hava nógv feløg fylgt eftir. 18 ensk feløg eru skrásett á partabrævamarknaðinum, og FCK er sætta danska felagið [...] at bjóða partabrøvini út júst nú tað hevur gingið so illa í donsku kappingini, men leiðslan í FCK helt fast um upprunaligu ætlanina. Og týsdagurin vísti eisini, at tað var eingin grund til at óttast fyri [...] at fáa fleiri pengar at arbeiða við. Áður hava Brøndby, Silkeborg, AGF, Vejle og Ikast skrásett seg á partabrævamarknaðinum. Lønmodtagernes Dyrtidsfond er nú størsti eigarin í FC Keypmannahavn. Danski
bankafólk, íleggjarar og onnur við stórum spenningi og lurtaðu, tá Alan Greenspan helt røðu í amerikansku kongressini týsdagin. Aftan á røðuna var semja um, at innihaldið í røðuni boðaði frá góðum, bæði hvat viðvíkir [...] frá, at amerikanska rentan ikki fer longur niður, fer tað uttan iva at hava við sær, at teir evropeisku tjóðbankarnir fara at varðveita verandi rentu. Víst verður á, at evran er styrknað samanborið við [...] við amerikanska dollararan í seinastuni, og tað ger, at trýstið á rentuna í Evropa minkar. Tí er lítil og eingin vandi fyri, at rentan í Evropa hækkar. Tær nógvu fíggjargølurnar og tey vánaligu úrslitini
hvørt ein leikari hjá AB hevði leikt ólógliga ella ikki, tá liðini bæði hittust. AB vann dystin úti á Argjum, men tað vórðu at enda sumbingar, sum fingu stigini við sær, tá dómsnevndini gjørdi av, at leikarin [...] leikloyvi útflýggjað, so kann spurnartekin ikki setast við hetta. Trupulleikin ta ferðina var, at AB helt leikaran vera leysan av vanligu flytingarreglunum, tá hann eitt skifti hevði verið í Danmark, men [...] loyvisbræv er í gildi, til felag gevur kappingarevndini skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikara fyri felagið. Hartil verður nú eisini lagt uppfyri teimum støðum, sum fleiri ferðir eru komnar
krónur. Hann kom eisini inn á ein rættiliga hvassorðaðan mail, sum Tony Paris hevði sent til Kára Purkhús, og sum gjørdi tað næstan ógjørligt at samstarva við venjaran longur. - Men onkrir av stóru sponsorunum [...] boðað Tony Paris frá í maili og svarið var: »That’s fine« Keypti hús Landsstýrismaðurin kom eisini inn á dystin, har famøsa Høgni Madsen-hendingin fór fram. Ein hending, sum var umrødd í bløðum eins væl og [...] sponsorunum vildu halda fast við Tony Paris, og tí royndu vit at finna semjur, segði Aksel V. Johannesen. Á pannuna Sakførarin hjá Tony Paris, Jens Wang, tráðspurdi nú landsstýrismannin og vildi vita, hvussu
beinleiðis video á sosialu miðlunum. – Hesi fólkini síggjast ikki so væl longur, tey goyma seg í fjøldini. Tey koma her í ymiskum hamum og troka seg fram, segði Ólavur Sjúrðaberg og vísti á, at í fjør var [...] hjá Grindamannafelagnum, og tá umrøddi formaðurin, Ólavur Sjúrðaberg, fleiri ymisk viðurskifti. Hann helt millum annað fyri, at vit føroyingar mugu standa saman um ágangin frá umhvørvisfelagsskapum, sum royna [...] umráðandi, at allir grindamenninir gera sítt arbeiði, og at vit hava gott yvirlit yvir, hvat fer fram á sandinum, segði Ólavur Sjúrðaberg. – Føroyingar hava dugað sera væl at handfarið ágangin frá hesum sokallaðu
Fyrst mistu vit Uttanríkisráðið, tí vit høvdu ikki longur brúk fyri einari slíkari fullveldisleivd. Vit sleppa at vera við í danska Uttanríkisráðnum. Tey har orðna tað, sum orðnast skal fyri okkum uttan [...] Eitt reservaráð hjá løgmanni er ivaleyst. Og nú hava vit heldur einki Innlendismálaráð. Tað varð søkt á Tangafirði, har sum djúpast er sambært forkanningunum. Ófriður við tí. Hvørki úti ella inni. Vit eru [...] Nei, tað er svart og grátt, ofta svart, men oftast grátt. Hatta hvíta er følsk reklama og tí brot á lógina um marknaðarføring. Myrkur heystarmorgun. Enn ein dagur hóttir har úti í surkinum, sum ballar
og fjølbroytt fuglalív, sum er við til at ríka okkara gerandisdag. Jákup minti á, at tjaldrið kemur á grækarismessu og á krossmessu, siga vit, at tjaldrið hevur fult reiður, 3 egg. ?So, tíðin har ímillum [...] verða órógvað. Síðan ganga vit eitt sindur longur og seta okkum á ein stein at rinda møðina. Vit hava bert sitið eina løtu, tá ið spógvin við sínum vakra sangi fer á flog. Hann heldur kanska, at vit eru heldur [...] hara og heldur í brekkuna. Seyðurin, sum liggur á bóli, hvøkkur við, men sær, at eingin vandi er á ferð, leggur seg aftur at jótra. Nú fara vit yvir at eini á, standa og slota eina løtu. Áir hevur sítt at
lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum. Lívið sum vegetarur er eitt gott lív, staðfestir Hans Martin. Hann mungar ongantíð eftir kjøti, og hann elskar at leggja seg til songar á kvøldi við løttum kroppi [...] av mest havt hug á mati, sum ikki kemur frá djórum, men tað var, tá ið hon lærdi til jogalærara, at hon fekk styrkina og hugin at vera reinur vegetarur. – Hvørja ferð eg havi verið á jogaskeið, havi eg [...] Hennara mótmæli ímóti at eta kjøt var ikki grundað á nakra sannføring av nøkrum slag, men bara ein barnsligur mótvilji ímóti at eta nakað, sum hon ikki helt smakkaði væl. Sum vaksin hevur valið at liva sum
tá floytan í høllini á Hálsi ljóðaði fyri seinastu ferð. Kyndilskvinnurnar vóru á gáttini til at missa FM-gullið á gólvið, tá VÍF við fimm málum á rað hevði vent næstu FM-finaluni á høvdið. Men tær grønu [...] Andreas F. Hansen á beinkinum í vetur tykist liðið hava fingið seinasta skumpið upp á tindin. Enn er ikki víst, at allar tær somu eisini eru við til komandi hondbóltsveturin. Men bulurin á Kyndils-liðnum [...] Verjurnar stóu stinnar sum kletturin, og tað var mest sum ógjørligt hjá skjúttunum á liðunum báðum at koma framat. Kyndil helt seg eitt lítið vet frammanfyri, tá tær høvdu vengur, ið dugdu at skora, meðan