Fyrst mistu vit Uttanríkisráðið, tí vit høvdu ikki longur brúk fyri einari slíkari fullveldisleivd.
Vit sleppa at vera við í danska Uttanríkisráðnum. Tey har orðna tað, sum orðnast skal fyri okkum uttan fyri ríkið og í ES. Mótmæla boykottum, men ikki boykotta tey, eitt nú.
Og tað er so lítið uttan fyri ríkið, at eitt heilt aðalráð er alt ov nógv. Eitt reservaráð hjá løgmanni er ivaleyst.
Og nú hava vit heldur einki Innlendismálaráð. Tað varð søkt á Tangafirði, har sum djúpast er sambært forkanningunum. Ófriður við tí.
Hvørki úti ella inni. Vit eru so lítillátin í Føroyum.
Kanska verða bæði ráðini grivin uppaftur eftir næsta val. Ikki tí ráðini vera, men tí fýra ella fimm flokkar vera í samgonguni, fólkaræði, tit vita.
Men, sum ein segði: lívið er ikki svart og hvítt. Nei, tað er svart og grátt, ofta svart, men oftast grátt. Hatta hvíta er følsk reklama og tí brot á lógina um marknaðarføring.
Myrkur heystarmorgun. Enn ein dagur hóttir har úti í surkinum, sum ballar glæmuna frá lyktarpelunum.
Enn ein dagur við lygnum í trúnaði, makreli og øllum hinum pussfiskunum á landi.
So skjótt sum okkara ættarlið hevur fiskað fiskin hjá okkara ættarliði, fiskar okkara ættarlið fiskin hjá næsta ættarliði. Og so framvegis til eingin fiskur er eftir.
Er brúk fyri nakrari nýskipan, tá verandi skipan er so einføld og greið og riggar so væl?
Enn ein dagur við langum hala í fráfaringarhøllini í Vágum, sum verður útbygd, tí so nógv fara.
Fyri at fara niður, krevst at fara upp fyrst. Og tíverri vil eingin vera verandi uppi. Øll vilja niður.
Og eitt afturat, í landi Guds fáa tey gráar lygnir frá einum svørtum forseta.
Teimum verða afturlønt í gráum imperialistaskinni øll kríggini. Einasta almennu lønir, pengar eru til, eru lønir hjá herfólki.
Enn ein dagur uttan endaligar loysnir. Bara fyribils loysnir og útsetingar og einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og tað er ongantíð. Tá einki er liðugt, verður alt ongantíð liðugt. Og hvussu leingi er ein nýskipan nýggj?
Eina ferð, snakkað varð um nýskipanir, segði ein, at hvør króna, sum ferðavinnan fær, kemur níggjufalt aftur. Nógv betri enn nøkur eplavelta. Níggju ferðir 14 milliónir eru 126 milliónir.
Sjálvandi fer løgtingið at síggja vandan og álvaran og leggja tær 100.000 kr. afturat aftur, sum landsstýrið ætlar at taka frá stóra alternativinum. 900.000 kr. eru eisini pengar, bara 100.000 minni enn ein CIP-millión.
Landsliðið, jú, teir vóru tendraðir og fóru í eldin. Tað gjørdist tó fyrst og fremst eldsløkking í verjuni.
Fyrr í tíðini endaði onkur dystur 0-0. Føroyar javnaðu við einum bleytum og diagonalum bólti í tíðini, sum dómarin, sum annars sum vant helt við hinum, legði afturat tíðini, sum var farin.
Fótbóltssambandið fekk ljósareytt kort fyri ikki at geva kvinnum, sum sparka, løn, tá tær fara av landinum at sparka.
Tað kostar annars ikki so nógv, tí kvinnur arbeiða bara hálva tíð.
Eftir røttum áttum tær bara at spælt ein hálvleik og fingið løn fyri hann.
Besta landsliðið hjá monnum fær lønina endurgoldna, varð sagt. Eg helt annars, at teir í A-landsliðnum, og ikki U21-liðnum, fingu løn fyri hvørki at raka dagin, bóltin ella málið.
Føroyingar kappast í frælsari ítrótt í øðrum londum, í frælsum londum.
Hvussu er, kann ein koloni kappast í frælsari ítrótt?
Ein jólabók er á veg um mislukkaðar skorirepblikkir. Tann besta er hendan: “Veitst tú hvat, tú líkist einari millión – íslendskari.”