Grindamannafelagið: – Aktivistarnir goyma seg í fjøldini

– Føroyingar hava dugað sera væl at handfarið ágangin frá hesum sokallaðu umhvørvisfelagsskapunum, heldur formaðurin í Grindafelagnum

Í gjár var aðalfundur hjá Grindamannafelagnum, og tá umrøddi formaðurin, Ólavur Sjúrðaberg, fleiri ymisk viðurskifti. Hann helt millum annað fyri, at vit føroyingar mugu standa saman um ágangin frá umhvørvisfelagsskapum, sum royna at ávirka við endamálinum at fáa okkum at gevast at drepa grind.

Men vit hava ikki sæð ella hoyrt serliga nógv til hesar umhvørvsfelagsskapir seinasta árið. Nøkur hava tó verið, sum hava sent beinleiðis video á sosialu miðlunum.

– Hesi fólkini síggjast ikki so væl longur, tey goyma seg í fjøldini. Tey koma her í ymiskum hamum og troka seg fram, segði Ólavur Sjúrðaberg og vísti á, at í fjør var nýggi danski politiski flokkurin Veganerpartiet í Føroyum.

– Vit minnast, hvussu Veganpartiet gjørdi. Fólk sneytaðu allastaðni, enntá í ruskspannum. Tey vildu vísa, at vit tveita so nógvan mat burtur, at vit als ikki nýtast at drepa grind, segði formaðurin, sum annars heldur, at matspill er ein trupulleiki.

– Kanska skuldi verið álagt handlum, at tað ikki skuldi verið møguligt hjá óviðkomandi at sneyta í teirra ruskspannum, segði hann.

Annars rósti formaðurin bæði grindaformonnum, sýslumonnum og føroyingum yvirhøvur.

– Tað er sera umráðandi, at allir grindamenninir gera sítt arbeiði, og at vit hava gott yvirlit yvir, hvat fer fram á sandinum, segði Ólavur Sjúrðaberg.

– Føroyingar hava dugað sera væl at handfarið ágangin frá hesum sokallaðu umhvørvisfelagsskapunum. Alheimsdálkingin av havunum er ein nógv størri hóttan móti grindastovninum enn tað sindrið, sum vit taka. Hesir umhvørvisfelagsskapirnir brúka allar møugligar møguleikar at vinna sær pengar frá teirra stuðlum, hatta er ein pengamaskina, segði hann.