Týsdagin fekk FC Keypmannahavn 6500 nýggjar eigarar. Stóra felagið í Keypmannahavn bjóðaði tá út partabrøv í felagnum, og áhugin fyri at keypa var sera stórur.
Serfrøðingar hildu annars, at tað helst ikki var rætt av FCK at bjóða partabrøvini út júst nú tað hevur gingið so illa í donsku kappingini, men leiðslan í FCK helt fast um upprunaligu ætlanina.
Og týsdagurin vísti eisini, at tað var eingin grund til at óttast fyri áhuganum. FCK er eitt felag, sum øll kenna og øll hava sína hugsan um, og tað eru nógv, sum vilja eiga sín part í felagnum.
Síðani Tottenham, sum tað fyrsta felagið, fór á partabrævamarknaðin síðst í 80¹unum, hava nógv feløg fylgt eftir. 18 ensk feløg eru skrásett á partabrævamarknaðinum, og FCK er sætta danska felagið, sum tekur til hesi ráð, fyri at fáa fleiri pengar at arbeiða við.
Áður hava Brøndby, Silkeborg, AGF, Vejle og Ikast skrásett seg á partabrævamarknaðinum.
Lønmodtagernes Dyrtidsfond er nú størsti eigarin í FC Keypmannahavn. Danski dýrtíðargrunnurin keypti partabrøv fyri 18 milliónir krónur, og eigur tí yvir 10 prosent av partabrøvunum í FCK.
Hesin grunnur varð stovnaður, tá Danmark í 70¹unum stríddist við javnvágstrupulleikar mótvegis útheiminum. Ístaðinfyri at útgjalda dýrtíðarviðbøtur sambært ásetingum, vóru pengarnir ístaðin lagdir í hendan grunn, og nú koma pengarnir Toda og teimum til góðar.
Aðrir stórir eigarar eru Select Invest A/S, PSE 2123 A/S, KB Fodbolds Fond, B1903 og Flemming Østergaard Management A/S. Øll hesi eiga yvir 5% av partabrøvunm.
Partabrøv í donskum fótbóltsfeløgum eru høgt í metum, og fleiri og fleiri feløg skaffa sær pengar við at tekna partabrøv. Og nýggju tíðirnar hava eisini ført við sær, at nú eru tað ikki longur fólk við einum góðum felagshjarta, sum lata pengar til feløgini, men pengaíleggjarar, sum vilja hava nakað aftur fyri teirra íløgu. Og sum gongdin er nú í donskum feløgum, fáa teir eisini avkast.
Serfrøðingar meta donsku fótbóltsfeløgini verða góða forrætning, og enn er toppurin ikki náddur, halda teir.