Grækarismessuhald í Saltangará

Tjaldur flaksaði yvir reiðrinum og helt kavan burtur. Náttúrukreftirnar geva tær eina kenslu av, hvussu lítil tú ert, og hvussu stórur skaparin er.

Jákup Hansen á Glyvrum, sum helt grækarismessurøðuna í Saltangará, 12. mars, legði fyri við at endurgeva eina týðing eftir Tummas N. Djurhuus:


Nú strýkur vár um heimlands vøll:
Við lýkkutámi millum fjøll;
Nú fánar fonn, og grasið grør,
nú vaknar aftur heimlandsjørð.

Hoyr vestanlot og veingjasús
og vakurt flytifuglabrús,
nú tjaldur, lógv við lát og gleim
úr suðurlondum venda heim.


Hann helt, at tað man vera fáur føroyingur, sum ikki slotar eftir at hoyra tjøldrini láta, tá ið grækarismessa er komin.
?Vit vilja so fegin hava várið at koma. Veturin virkar altíð so langur, men longu nú kunnu vit gleðast um, at dagurin er longdur, og ljósari tíð liggur fyri framman.
Jákup segði, at tað undrar okkum mangan, hvussu tað ber til, at fuglurin kemur aftur ár eftir ár, men her hevur hann valt sítt heim; tað er her, hann vil ala komandi ættarliðið upp. Fuglurin er góður við okkara land, følir seg heima her og er við til at ríka okkara vøkru náttúru.
?Eg dugi illa at ímynda mær eitt summar við ongum fuglasangi. Vit, sum búleikast her við fjørðin, kunnu gleðast yvir eitt sera ríkt og fjølbroytt fuglalív, sum er við til at ríka okkara gerandisdag.

Jákup minti á, at tjaldrið kemur á grækarismessu og á krossmessu, siga vit, at tjaldrið hevur fult reiður, 3 egg.
?So, tíðin har ímillum fer til at finna sær ein maka og pláss til at byggja sær reiður. Sum oftast er tað á vølli við nøkrum smásteinum í. Men veðurlagið hjá okkum er skiftandi, og tí kann nógv knoss vera av at halda kavan burtur, tá ið verpingin er byrjað. Ikki kann farast undir at verma beinanvegin, tí ungarnir skulu koma í senn. So, her mugu aðrir hættir til.
Jákup segði seg hava sæð við egnum eygum tjaldur staðið og flaksað uppi yvir reiðrinum fyri at halda kavanum burtur, tí eitt egg var eftir at verpa.
?Sum oftast upprennur tann dagur, at tríggir fittir ungar koma. Síðan fer tjaldrið at uppdraga og syrgja fyri, at matur er til ungarnar hvønn dag, til allir ungarnir eru floygdir; tá eru vit komin út á summarið.

Út um garðarnar
Í huganum fór Jákup síðan ein túr út um garðarnar ein góðan summardag.
?Komin stutt niðan frá, renna vit okkum í fyrsta tjaldrið, sum letur sítt ?klipp, klipp? fyri at siga, at her heldur tað til og vil ikki verða órógvað. Síðan ganga vit eitt sindur longur og seta okkum á ein stein at rinda møðina. Vit hava bert sitið eina løtu, tá ið spógvin við sínum vakra sangi fer á flog. Hann heldur kanska, at vit eru heldur nøsk. Tá ið vit so reisast aftur, leypur ein hara og heldur í brekkuna. Seyðurin, sum liggur á bóli, hvøkkur við, men sær, at eingin vandi er á ferð, leggur seg aftur at jótra. Nú fara vit yvir at eini á, standa og slota eina løtu. Áir hevur sítt at siga ? vakurt áartutl. Vit spyrja okkum sjálvi, hvaðani áin kemur, og hvaðani hon fer. Soleiðis kunnu vit standa og gleðast og føla, at hetta er balsam fyri sálina.

Jákup heldur nú aftur í brekkuna, hoyrir mýrusnípuna, tjaldrið, spógvan saman við smáfuglunum syngja so vakurt. Men alt angar ikki av friði; eitt tjaldur er farið at jagstra eina kráku, sum helst hevur verið ov nær reiðrinum. Ein likka, sum sveimar eitt sindur ovari, heldur eyguni eftir, hvussu leikur fer - og nú flýgur ein villdunna av reiðrinum, 4 egg.
?Soleiðis kunnu vit halda fram. Nógvir av okkara fuglum liva so spjatt um allan hagan. Tó eru nakrar sokallaðar ?koloniir?, t.d. likkan og ternan, sum oftast halda til í flokki, meðan másin, skatan og annar heiðafuglur eru meira spjødd.

Jákup helt, at her man vera gott at vera hjá fuglinum, tí grágásin er farin at støðast og veksa í tali, og eisini er meira av villdunnu at síggja.
?Tá ið vit so eru komin niðan á og standa og hyggja útyvir fjørðin, kunnu vit ikki annað enn gleðast yvir okkara stórslignu náttúru og takka Skaparanum fyri landið, hann hevur givið okkum.

Røðarin vísti á, at allir dagar eru ikki sum hesin, sum hann hevði greitt frá.
?Eisini kunnu vit renna okkum í ein illveðursdag, men hann kann eisini vera sera vakur og stórsligin. Tú kanst vera á fjøllunum og lurta eftir fjalladuni ella ganga fram at einum fossi og lurta eftir fossaduni. Tú kanst eisini fara oman móti sjónum at hyggja at briminum og hoyra brimdunið. Hetta er nakað, tú ikki kanst seta orð á, men bara uppliva.
Jákup Hansen segði, at tá ið náttúrukreftirnar gera um seg, tá fært tú eina kenslu av, hvussu lítil tú ert, og hvussu stórur Skaparin er.

Eftir grækarismessuhaldið í Saltangará, har ungfólk ríkaðu løtuna við hornatónleiki saman við sangi frá teimum, sum komin vóru at lýða á, bjóðaði Runavíkar býráð til ábit í býráðshúsunum.