Føroyskar lógir mugu samsvara við føroyska siðvenju!

Sjálvandi eiga vit at tryggja, at vælferðin hjá djórum verður raðfest, soleiðis at eingin misnýtsla fer fram – tað eru vit øll samd um og er eisini orsøkin til, at vit hava eina djóravælferðarlóg.

 

Tó mugu tær føroysku lógirnar, ið verða smíðaðar her á landi, fyrst og fremst raðfesta og virða føroyska siðvenju, mentan og arv.

 

Grindalógin má vera tann lógin, sum fyriskipar, hvussu grindadráp skal farast fram. Hetta er endamálið við grindalógini.

 

Um djóravælferðarlógin er í andsøgn við grindalógina ella føroysku mentanina, so má hon broytast ella tillagast. Tískil mugu vit, antin við kunngerð frá landsstýrismanninum ella  lógarbroyting, fáa greiðu á, hvørjar reglurnar eru, sum grindamenn skulu virka eftir.

 

- Og um tær stríða ímóti okkara siðvenju, so mugu tær broytast!

 

 

 

Bárður á Steig Nielsen