at ein persónur fær mett um og viðurkent førleikar, sum hann hevur útvegað sær gjøgnum lívið á eitt nú arbeiðsmarknaðinum. Metingin kann síðani brúkast til at fáa part av einari útbúgving góðskrivaðan. [...] kundu koma teimum til góðar, tá ið tær fóru undir útbúgvingina. Tað vísti seg at vera røtt avgerð. – Vit á Landssjúkrahúsinum fegnast um avrikið hjá Jákup Antin, Reginu og Dorit og vilja ynskja teimum hjartaliga [...] frálíkur og smakkar væl, samstundis við at góðskan livir upp til galdandi tilmælir. Føðsluatstøðingar eru vanir við at finna uppá, gera kostætlan, meta um og nýta uppskriftir, so máltíðin hevur høga góðsku
ferðavinnuøkinum fyllir sjeyti ár í dag. Maðurin er Sámal Bláhamar, giftur Tórhardu, fødd Eidesgaard. - Vit hittust í Sjónleikarhúsinum í Havn, 15 ára gomul. Hetta var í trappuni upp á veranda’ina, og tað er [...] In.fo skifti orð við mannin í dag. Hann hevði júst verið í svimjihøllini í Gundadali, har hann eitt nú hevði svomið 20 metrar undir vatni. Hann vísir á, at um tað mundið, tá hann og Tórharda komu at kennast [...] Fríðrik Bláhamar. Sámal og Tórharda eiga trý børn, Fríðrik, Brynhild og Regin, og ommu-og abbabørnini eru 12 í tali. - Í tølum er sjeyti ár ein “avrundingur” á lívsleiðini, men so leingi, sum heilsan er góð
stórur, nú Føroya størsta verkætlan nakrantíð er í gongd, og verkætlanin eftir øllum sólarmerkjum at døma gongur júst, soleiðis sum hon skal. - Soleiðis, sum gongdin er og hevur verið, vænta vit, at seinasta [...] av Strondum og Saltnesi til rundkoyringina undir Skálafirði og haðani yvir á Hvítanes. - Í løtuni eru umleið 500 metrar millum boringina móti Saltnesi og boringina móti Hvítanesi, og hesin teinur veksur
fremst um at tryggja lív og heilsu hjá okkara búfólkum. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, nú Pedagogfelagið herðir verkfallið og fer at senda allar pedagogar hjá Almannaverkinum til hús leygarmorgunin [...] pedagogar til arbeiðis, hóast verkfall er. Almannaverkið er eisini í teirri støðu, at summir bústovnar eru heimið hjá fólki og tí ber heldur ikki til at lata heimini aftur, tí búfólkið hevur ongastaðni at fara [...] kum hjá Almannaverkinum og at umsóknin um undantaksloyvini fer at umfata tað talið á pedagogum. – Vit tosa ikki um at hava eitt pedagogiskt, stimbrandi tilboð ímeðan verkfallið er, men einans um at hava
Vanligt er, at fiskaprísirnir eru rímiliga góðir í byrjanini av árinum, og soleiðis hevur eisini verið við prísunum á toski og hýsu higartil í ár. Vit hava sæð prísir báðu megin 20 krónur fyri kilo, serliga [...] serliga fyri tosk, men eisini fyri hýsu. Men, nú er líkt til, at prísirnir á hýsu rættiliga hava verið fyri falli - í øllum førum á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun. Umleið 65 tons vórðu seld av
fyrr í dag og Jørgen Niclasen segði tað í tíðindunum á Rás 2. - Lat ongan iva vera um, at so skjótt vit koma til valdið aftur, ella ein onnur samgonga tekur við, verður fiskivinnulógin broytt aftur, segði [...] vil vera við, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og stórir partar av Javnaðarflokkinum eru samdir um stórar partar av einum fiskivinnuuppskotið, sum ikki inniheldur uppboðssølu, og tí væntar [...] at forskattingin av pensjónunum skuldi broytast, so skjótt hon tók við. Tað er so ikki gjørt enn, nú hon situr á triðja árið.
verður enn kannað, vitni verða avhoyrd og løgreglan fær tí ikki greitt frá smálutum í málinum júst nú. - Eg kann tó vátta, at ein hundahvølpur aftrat er deyður av ógreiðum orsøkum. Hesin seinni hundahvølpurin [...] tann fyrri hvølpurin. Báðir hvølparnir verða kannaðir av djóralækna fyri at finna fram til, hví teir eru deyðir, sigur Jógvan Páll Joensen. Tí heitir hann á fólk í Vágum, sum hava sæð eitt hvørt illgrunasamt [...] illgrunasamt ella halda seg vita okkurt um viðurskifti hjá djórum í Vágum, um at ringja til løgregluna. - Vit vilja fegin hoyra frá fólki, sum vita okkurt um hetta málið og um djóravælferð í Vágum sum heild, sigur
Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferðir, hevur venjarin, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze, sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til kappingina. U16-hópurin sær [...] til 25. Apríl. Umframt Føroyar og Slovenia, verða Litava og Luksemborg eisini við í kappingina. - Vit síggja við spenningi fram ímóti, at hesir dreingirnir skulu royna seg á altjóða pallinum. Soleiðis
trivnaðinum hjá laksi í aliringum á sjónum - serliga á streymhørðum økjum og í nýggjari aliútgerð, eitt nú í lokaðum eindum á sjónum. - Í verkætlanini verður trivnaður hjá laksi kannaður á ymsan hátt. Livi [...] verður ment, soleiðis at metast kann um trivnaðin til eina og hvørja tíð. Luttakarar í verkætlanini eru Sintef (verkætlanarleiðari), Havforskningsinstituttet, University of Melbourne, Universitetet i Bergen [...] av norska granskingarráðnum. Av hesum er parturin hjá Fiskaaling ein hálv miljón norskar krónur. - Vit fara í høvuðsheitum at luttaka í mátivirksemi á alibrúkum og at standa fyri møguligum mátivirksemi
Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14? - Kenslan er góð. Eysturoyartunnilin fer at fáa stóra ávirkan á alt miðstaðarøkið, eisini hjá [...] týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar? - Vit her í Leirvík hava upplivað møguleikarnar, sum ein nýggjur tunnil kemur við, og eg ivist ikki í, at [...] økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin? - Ja, tað ivist eg ikki í. Tað eru nógvir føroyingar, sum heldur vilja búgva á bygd enn í Havn, men búgva í Havn, tí tað hóast alt er