Á hátíðarløtu í Veitsluhøllini í dag fingu tey trý, Regina Jacobsen, Dorit Jensen og Jákup Anton Danielsen, prógv sum føðsluatstøðingar.
Vanliga er lærutíðin trý ár, men eftir holla førleikameting í einum fyrimyndarligum samstarvi við Yrkisdepilin, hava Regina og Dorit lokið útbúgvingina eftir 9 mánaðum, sum er metskjótt. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at lærutíðin er skipað eftir hesum leisti.
Hetta fortelja tey á Landssjúkrahúsinum í dag.
Førleikameting snýr seg í stuttum um, at ein persónur fær mett um og viðurkent førleikar, sum hann hevur útvegað sær gjøgnum lívið á eitt nú arbeiðsmarknaðinum. Metingin kann síðani brúkast til at fáa part av einari útbúgving góðskrivaðan.
Regina Joensen og Dorit Jensen hava arbeitt við matgerð í Køkinum á Landssjúkrahúsinum í fleiri ár, og tí fór Gudna á Rógvu, leiðari at kanna, um drúgvu arbeiðsroyndirnar kundu koma teimum til góðar, tá ið tær fóru undir útbúgvingina. Tað vísti seg at vera røtt avgerð.
– Vit á Landssjúkrahúsinum fegnast um avrikið hjá Jákup Antin, Reginu og Dorit og vilja ynskja teimum hjartaliga tillukku við próvnum, skrivar Landssjúkrahúsið.
Føðsluatstøðingar hava ábyrgdina av, at maturin er innbjóðandi, frálíkur og smakkar væl, samstundis við at góðskan livir upp til galdandi tilmælir. Føðsluatstøðingar eru vanir við at finna uppá, gera kostætlan, meta um og nýta uppskriftir, so máltíðin hevur høga góðsku.