Vanligt er, at fiskaprísirnir eru rímiliga góðir í byrjanini av árinum, og soleiðis hevur eisini verið við prísunum á toski og hýsu higartil í ár. Vit hava sæð prísir báðu megin 20 krónur fyri kilo, serliga fyri tosk, men eisini fyri hýsu.
Men, nú er líkt til, at prísirnir á hýsu rættiliga hava verið fyri falli - í øllum førum á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.
Umleið 65 tons vórðu seld av hýsu í morgun, harav stívliga 30 tons vóru av hýsu 1 og 23,6 tons av hýsu 2. Miðalprísurin fyri hýsu 1 var 10,77, og miðalprísurin á hýsu 2 var 10,50 krónur fyri kilo. Tey stívliga 10,7 tonsini, sum vóru av hýsu 3, fóru fyri miðalprísin 9,85.
Í mun til hýsuna, hevði toskurin betri prís á uppboðssøluni í morgun.
Av teimum umleið 50 tonsunum av toski, vóru 21,3 tons av toski 3, sum fekk miðalprísurin 20,52 krónur fyri kilo. Toskur 1 fór fyri miðalprísin 23,65 - og toskur 2 fyri 21,78 krónur fyri kilo.
Tilsamans vórðu 127,2 tons seld á uppboðssøluni í morgun fyri slakar tvær miljónir krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,49 krónur fyri kilo.