Fiskaaling fingið fígging úr norska granskingarráðnum til eina verkætlan, sum nevnist FutureWelfare. Verkætlanin hevur til endamáls at granska/hyggja nærri eftir trivnaðinum hjá laksi í aliringum á sjónum - serliga á streymhørðum økjum og í nýggjari aliútgerð, eitt nú í lokaðum eindum á sjónum.
- Í verkætlanini verður trivnaður hjá laksi kannaður á ymsan hátt. Liviumstøðurnar í aliringum vera lýstar við at modelera og máta rák, iltinnihald og aðrar sjógvparametrar.
Á Fiskaaling vita tey at siga, at atferð og trivnaður hjá laksi eisini skulu kannast, og samanhangur millum liviumstøður og trivnað skal greinast.
- Væntandi verður endaliga úrslitið frá verkætlanini ein lýsing av, hvussu kannaðu liviumstøðurnar hjá laksi ávirka trivnaðin, eins og eitt model fyri trivnað verður ment, soleiðis at metast kann um trivnaðin til eina og hvørja tíð.
Luttakarar í verkætlanini eru Sintef (verkætlanarleiðari), Havforskningsinstituttet, University of Melbourne, Universitetet i Bergen og Fiskaaling.
Lagt verður aftrat, at samlaða fíggjarramman er átta miljónir norskar krónur, sum alt verður fíggjað av norska granskingarráðnum. Av hesum er parturin hjá Fiskaaling ein hálv miljón norskar krónur.
- Vit fara í høvuðsheitum at luttaka í mátivirksemi á alibrúkum og at standa fyri møguligum mátivirksemi í Føroyum, og tað verður Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling, sum fer at samskipa leiklutin hjá Fiskaaling í verkætlanini.