Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14?
- Kenslan er góð. Eysturoyartunnilin fer at fáa stóra ávirkan á alt miðstaðarøkið, eisini hjá okkum.
Hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?
- Vit her í Leirvík hava upplivað møguleikarnar, sum ein nýggjur tunnil kemur við, og eg ivist ikki í, at Eysturoyartunnilin kemur at hava nógvar møguleikar við sær. Bæði fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar.
Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?
- Ja, tað ivist eg ikki í. Tað eru nógvir føroyingar, sum heldur vilja búgva á bygd enn í Havn, men búgva í Havn, tí tað hóast alt er sera leingi at koyra ein tíma til arbeiðis í vetrartíð. Eisini er kostnaðurin fyri ein bústað væl lægri á bygd enn í Havn.
Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?
- Eg veit ikki, um tunnilin kemur at hava stórvegis ávirkan á Havnina - annað enn, at fólk helst í størri mun fara at handla har. So, kanska verður enn meira ferðsla til Havnar, heldur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.