Ein kendur føroyingur og slóðbrótari á ferðavinnuøkinum fyllir sjeyti ár í dag. Maðurin er Sámal Bláhamar, giftur Tórhardu, fødd Eidesgaard.
- Vit hittust í Sjónleikarhúsinum í Havn, 15 ára gomul. Hetta var í trappuni upp á veranda’ina, og tað er sama trappa, sum er í Sjónleikarhúsinum í dag.
Tað sigur Sámal Bláhamar, tá In.fo skifti orð við mannin í dag. Hann hevði júst verið í svimjihøllini í Gundadali, har hann eitt nú hevði svomið 20 metrar undir vatni.
Hann vísir á, at um tað mundið, tá hann og Tórharda komu at kennast sum 15 ára gomul, arbeiddi hon í barnagarðinum hjá nonnunum.
Skemtandi sigur Sámal Bláhamar, at nonnurnar royndu at leggja Tórhardu eina við bara at spæla ludo við sjeikin, hon hevði, tí tey bæði vóru so ung.
Men, skjótt sást, at tað var meira enn ludo á skánni teirra millum, tí tey gjørdust foreldur blaðung, ávikavist 16 og 17 ára gomul, tá tey fingu fyrstafødda, Fríðrik Bláhamar.
Sámal og Tórharda eiga trý børn, Fríðrik, Brynhild og Regin, og ommu-og abbabørnini eru 12 í tali.
- Í tølum er sjeyti ár ein “avrundingur” á lívsleiðini, men so leingi, sum heilsan er góð, merkist aldurin lítið, sigur Sámal Bláhamar í samrøðu við Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús mánadagin.