So skjótt ein nýggj samgonga tekur við, verður lógin um fyrisiting av sjófeingi broytt. Tað er greiði boðskapurin frá andstøðulimum í tinginum í dag.
Jákup Mikkelsen segði tað í videosamrøðuni við Rás 1 fyrr í dag og Jørgen Niclasen segði tað í tíðindunum á Rás 2.
- Lat ongan iva vera um, at so skjótt vit koma til valdið aftur, ella ein onnur samgonga tekur við, verður fiskivinnulógin broytt aftur, segði Jákup Mikkelsen.
Hann vil vera við, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og stórir partar av Javnaðarflokkinum eru samdir um stórar partar av einum fiskivinnuuppskotið, sum ikki inniheldur uppboðssølu, og tí væntar hann, at so skjótt Tjóðveldi ikki longur situr við borðið, fer at bera til at finna eina breiða semju.
Hann endurtók tað sama í tingsalinum í eini viðmerking til Kristin Michelsen.
Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, segði tað sama í Rás 2.
- So skjótt ein nýggj samgonga sleppur fram at, skal uppskotið broytast aftur, segði hann.
Hetta hevur verið havt á lofti fleiri ferðir fyrr, men tá verður ofta víst á, at tá hendan samgongan sat í andstøðu, gjørdi hon greitt, at forskattingin av pensjónunum skuldi broytast, so skjótt hon tók við. Tað er so ikki gjørt enn, nú hon situr á triðja árið.