Víking, hittast í Fuglafirði. Víkingarnir hava gjørt alt tað, sum tað ber teimum til at gera, fyri at vera væl fyri, eftir at teir leygarkvøldið vunnu steypafinaluna. Eftir steypasigurin var stórur fagnaður [...] arstrikuna. Tað er møguleiki fyri, at frástøðan kann vera bæði størri og minni eftir dagsins umfar, tí kappingarneytarnir – TB og B68 – mugu metast at hava møguleikar fyri úrtøku í kvøld. Óli Arge er farin [...] Vit taka ein dyst í senn, og síðstu vikurnar havi eg verið væl nøgdur við avrikini. Tað hevur víst seg at raka okkum meint, um fleiri eru burtur frá orsaka av leikbannum ella skaðum, so nú fáa vit at síggja
góðan málmøguleika. AB miðvallarin Dan í Soylu royndi seg úr góðari støðu, eftir at hann hevði sneitt seg leysan av fleiri, men Erling Jacobsen tveitti seg og blokeraði til horna. Og so var tað Magnus Jarnskor [...] langt innkast datt bólturin fyri føturnar á honum í málteiginum, men tað endaði við Víkinga málsparki. 81) 1-2 1-2: Jón Krosslá Poulsen Tað eru innskiftararnir, sum hava syrgt fyri, at Víkingur aftur er á [...] Símun Samuelsen hjá AB sær gult fyri fríspark ímóti Heðini Hansen. Andreas Lava Olsen avloysir Magnus Jarnskor hjá Víkingi. 71) 1-1 Nú var tætt við, at Víkingur legði seg framum aftur. AB miðverjin Dmitrije
ár roynir seg í europeisku kappingini. Víkingur hevur í dag heimavøll á ovara vølli í Gundadali ímóti Gomel úr Hvítarusslandi. Víkingur hevur havt størsta málmøguleikan. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki [...] Hansen varð feldur, men Sølvi Vatnhamar misnýtti góða møguleikan. Hann sendi bóltin til vinstru fyri seg sjálvan, og málverjin bjargaði!
PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Vìkingi, sum traðkaði inn fyri Atla Gregersen, sum Rás2 annars skuldi práta við. Sølví Vatnhamar er sera nøgdur við fyrra hálvleik [...] offensivt hjá Víkingi, og teir vóru vandamiklir alla tíðina, og samstundis megnaðu teir at revsa AB fyri teirra mistøk. Sølvi Vatnhamar ásannar, at tað var ikki sama ferð á Víkingi í seinna hálvleiki, tá [...] at fáa okkurt gult kort, og onkur tilkomin spælari mátti eisini sparast. Nú gleðir Sølvi Vatnhamar seg til at spæla ein fullsettan ólavsøkudyst ímóti B36 ólavsøkudag.
dómarin vísir Filip Djordjevic gula kortið fyri at mótmæla. 45) 0-1 2 minuttir lagdir aftrat. 43 ) 0-1 Víkingarnir eru grammir og í løtuni gongur nógv fyri seg frammanfyri finska brotsteigin. Víkingur tiltuskar [...] bóltin fyri tað mesta, og gestirnir eru fyri tað mesta í verjustøðu. 28) 0-1 Víkingur hevur misnýtt risa møguleika. Finnur Justinussen sendi úr góðari støðu bóltin upp um málið, tá ið hann royndi seg við [...] 90.+3.) 1-1 Víkingarnir stríðast sum fyri lívinum! 3 minuttir eru lagdir aftrat. Tað er trýst ímóti málinum hjá Geza Turi. Martin Olsen kemur á vøllin í staðin fyri Filip Djordjevic. 90 ) 1-1 Geza Turi
sum hann royndi seg í, var Grandzasar Kapan í armenska høvuðsstaðarfelagnum Jerevan. Miðvallarin er 33 ára gamli Milan Svojic, sum er 180 cm høgur. Síðsta felagið, sum hann hevur roynt seg í, er Shan United [...] landskappingini verður 10. mars. Tá verður grannauppgerð í Sarpugerði, har Víkingur verður vertur fyri ÍF, sum í heyst tryggjaði sær uppflyting í bestu deildina.
Hanus Jacobsen og Andreas Lava Olsen – vóru fyri einari viku síðani ikki við á Eiði, har tað kortini eydnaðist at vinna 4-1. Tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla á Argjum seinnapartin. [...] dagsskránni soleiðis, sum hon er í Sarpugerði og soleiðis, sum hon er á Argjum. Argjamenn stríðast fyri lívinum. AB hevur vunnið eitt stig ellivu tær seinastu ferðirnar, men hugburðurin er framvegis tann
fótbólt. Sigurin ber við sær, at Víkingur nú bara er eitt stig aftanfyri toppliðið KÍ. Víkingur legði seg beinanvegin framum, tá ið Sorin Anghel - eftir langa sending úr vinstru frá Hanusi Jacobsen – og við [...] uppaftur brattari hjá heimamonnunum stutt undan steðginum, tá ið ÍF miðvallarin Karl Løkin sá gula kortið fyri aðru ferð. Eftir steðgin vísti undirmannaða ÍF góðan hugburð. Víkingur legði stóran dent á at verja
varð kunnað seg við, hvat hini norðurlondini hava gjørt í slíkum málum. Úrskurðurin var, at umframt eina dystin, hann fekk fyri tey bæði gulu kortini, fekk hann fýra dystir leikbann fyri hesa gerðina [...] Víkingi hevur tikið avgerð um at kæra fýra dagar langa leikbannið hjá Atla Gregersen, sum hann fekk fyri at hava tveitt liðskiparabandið eftir dómaranum, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur [...] má koma leikaranum til góðar í revsingini. - At ætlanin hjá Víkingaleikaranum als ikki var at gera seg inn á dómaran tá hann blakaði liðskiparabandið frá sær. - At vit í Víkingi hava ilt við at síggja nakra
skilagóður í avspælinum og í at flyta seg og bjóða seg fram. Tað var ikki so ofta, at Víkingur spældi seg til upplagdar málmøguleikar. Ikki so sjáldan gekk tað ov seint fyri seg at flyta liðið fram á vøllin, tá [...] heitið, og í seinna førinum í gásareygum bara at savna seg um silvurmerkjaplássið. Tá ið Rúni Gaardbo, sum hevði gott tak á grannauppgerðini, bríkslaði fyri síðstu ferð, lætnaði tað hjá víkingunum á og kring [...] fram í senn. Hjartvard Hansen í høgru og Hanus Jacobsen í vinstru bjóðaðu seg til í álopsspælinum, og teir bakkaðu væl upp fyri miðverjarnar. Á miðvøllinum var Evrard Ble framúr eyðsýndur. Hann stríddist