Víkingur er fyrsta føroyska liðið, sum í ár roynir seg í europeisku kappingini. Víkingur hevur í dag heimavøll á ovara vølli í Gundadali ímóti Gomel úr Hvítarusslandi. Víkingur hevur havt størsta málmøguleikan. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið høgri vongverjin Bárður Hansen varð feldur, men Sølvi Vatnhamar misnýtti góða møguleikan. Hann sendi bóltin til vinstru fyri seg sjálvan, og málverjin bjargaði!










