Í kvøld verður oyggjauppgerð við Løkin í Runavík. Nýkosnu steypavinnararnir úr Eystur kommunu fara út á Skálafjørðin. Undan hesum umfarinum er Víkingur á triðja plássi – fýra stig frá EB/Streymi og oddasessinum – og um tað eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti NSÍ, so verða víkingarnir seinni í kvøld nærri toppinum. Tað kemst av, at ÍF og EB/Streymur, sum eru frammanfyri Víking, hittast í Fuglafirði.
Víkingarnir hava gjørt alt tað, sum tað ber teimum til at gera, fyri at vera væl fyri, eftir at teir leygarkvøldið vunnu steypafinaluna. Eftir steypasigurin var stórur fagnaður í bygdarhúsinum í Leirvík, men longu klokkan 9.30 sunnumorgunin tørnaðu teir ljósabláu til aftur í stuttum buksum í Sarpugerði, og so vandu teir aftur mánakvøldið, tá ið tað ikki bar til at fáa so nógv burturúr á vøllinum, tí tað var illveður:
-Tað er greitt, at Sølvi Vatnhamar ikki verður við í kvøld. Hann er farin av landinum í útbúgvingarørindum. Hvussu tað verður við hinum, fáa vit at síggja undan dystinum, men onkrir vóru rættuliga moyrir í mánakvøldið, sigur Jógvan Martin Olsen, Víkinga venjarin, sum sjálvsagt var sera væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum leygarkvøldið:
-Nú ræður um at flyta fokus til næstu avbjóðingina, sum er tann í kvøld. Vit taka ein dyst í senn, og síðstu vikurnar havi eg verið væl nøgdur við avrikini. Tað hevur víst seg at raka okkum meint, um fleiri eru burtur frá orsaka av leikbannum ella skaðum, so nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður í kvøld.
Í Runavík draga tey andan eitt sindur lættari nú, enn tey hava gjørt fyrr í summar, tí nú er NSÍ fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað er møguleiki fyri, at frástøðan kann vera bæði størri og minni eftir dagsins umfar, tí kappingarneytarnir – TB og B68 – mugu metast at hava møguleikar fyri úrtøku í kvøld.
Óli Arge er farin av landinum í lestrarørindum og verður ikki aftur at síggja í NSÍ. Í kvøld er Jens Joensen leikbannaður. Í 5-1 heimasigrinum ímóti FC Suðuroy var hann høgri vongverji. Ta ferðina var Viljormur Davidsen leikbannaður. Ivaleyst verður hann í vinstra borði, og so flytir Monrad Holm Jacobsen í høgra borð.
Í 5-1 sigrinum á FC Suðuroy var tað merkisvert, at toppskjúttin Klæmint A. Olsen ikki var millum málskjúttarnar. Síðani hevur Klæmint fingið boð um í næstu viku at koma við landsliðnum í næstu viku, tá ið Týskland á útivølli er á skránni. Í kvøld er fyrsta høvi eftir landsliðsúttøkuna hjá Klæminti at vísa, at máltevið framvegis er gott.
Í 7. umfari vann Víkingur 2-0 við Løkin, og í 12. umfari var úrslitið í Sarpugerði 1-1-
NSÍ-Víkingur: Alex Troleis mikudagin klokkan 18.00.